Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í Dimmalætting frá 12. juni loyvdi eg mær at hava eitt ummæli av bókini SVIK, ið Jan Lamhauge hevur skrivað.

Í einum lesarabrævi á in.fo er JL firtin um hetta ummæli.

Hann spyr meg m.a. um mítt tilknýti til málið og hví mítt ummæli kemur nú, sjey mánaðar eftir at SVIK kom út.

Tí hesar viðmerkingar:

Eg úttalaði meg fyrstu ferð alment um skattamálið fyri meira enn trimum árum síðan í Norðlýsinum. Eg hevði reint fakligan áhuga í málinum og sá, at partshalli dekningurin hjá KVF av málinum var greitt brot á kringvarpslógina.

At eg seinni eri komin tætt at persónum ið vóru partar av málinum, skal ikki vera nøkur loyna.

Men tey sjónarmið eg sjálvur havi ført fram, eru so ikki umfatað av kringsvarpslógini.

Tað er lisensgjaldarin ið fíggjar JL framleiddar sendingar, ið eru í stríð við ásetingarnar í kringvarpslógini.

Tann sannroynd, at okkara public service stovnur endaði í lummanum á einum fyrrverandi donskum bankastjóra, sum hevði greiða partsstøðu í málinum, og at tvangsinndrivin lisensgjøld vórðu brúkt til at karaktermyrða ósek, er ein demokratisk avbjóðing, ið eigur at hava nógv størri almennan áhuga, enn mínar persónligu viðmerkingar í bløðum og portalum.

Eg skrivaði eina grein í Sosialinum í oktober 2017 um skattamálið.

Greinin vakti ans og eg fekk so nógvan positivan respons frá fólki, at tað kom heilt óvart á meg.

Men eg fekk ikki ein spurning frá aktueltdeildini á KVF um greinina.

Men einstøk KVF fólk, ið stuðlaðu JL, høvdu avgjørdar meiningar um míni sjónarmið.

Tað kom fram í almenna rúminum og á sosialum miðlum.

Men eingin av teimum hevur til dags dato tosað við meg um málið. Tað ber boð um eina veika journalistiska mentan.

Í SVIK hevur JL eisini ymiskt at siga um mína grein frá 2017 og sama kann sigast um vinmann hansara, fyrrverandi bankastjóran Jørn.

Men hetta órógvar so ikki mín náttarsvøvn.

Uttan mun til hvussu leikur fer og hvat nýtt er komið undan kavi í hesum máli, so tykist tað sum at greipan Jan/Jørn altíð hevur rætt. Tað eru teir, ið eru klókast og vita best.

Bókin SVIK er vorðin lovprísað av fólki, ið samstundis viðganga, at tey ikki hava minsta innlit í skattarætt.

Tað sigur mær so mikið, at hugburðurin byggir meira á kenslur enn skilvísi og fakligt innlit. 

SVIK fjeppar hava eisini eftirlýst mótspæl.

Spurt verður: ”Hví mótmælir ella afturvísir eingin frálíka próvtilfarinum í SVIK, har høvundurin leggur fram skjal fyri skjal”.

Júst tí loyvdi eg mær at skriva nakrar viðmerkingar um bókina.

Eg helt at tað var gott fyri vanliga fólkaupplýsing at lýsa onkrar av ”gloymdu” vinklunum í hesum óvanliga subjektiva bókaverki.

Greipan Jan/Jørn noyðist at liva við tí veruleika, at ymiskir myndugleikar sum t.d. fyrisitingarligir myndugleikar, ákærumyndugleikar og dómsvald (íroknað hægstirættur) ikki altíð hava dansað eftir teirra pípu.

Sum eygleiðarar kunnu vit í dag bert staðfesta, at Jan/Jørn greipan hevur borið nøkur heilt óvanlig sjónarmið fram á torg.

M.a. hava teir ført fram:

• At ein fíggjarstovnur royndi at fuppa og svika fyri 90 mió. kr.

• At TAKS er ein korruptur stovnur ið letur seg mutra.

• At ákæruvaldið í Føroyum ikki livir upp til sínar embætisskyldur.

• At fíggjarmálaráðið ikki livur upp til sínar embætisskyldur.

• At SKAT í Danmark nýtti skeivar premissur tá SKAT í 2016 segði, at undirjavnin í bankanum skuldi viðgerast sum goodwill.

• At donsku grannskoðarafyritøkurnar Deloitte og PwC, ið grannskoða nærum allan danska fíggjargeiran,  eru jukeboxir, ið bróta sínar egnu etisku reglur.

• At tey, ið undirvísa í skattarætti á donskum universitetum, ikki hava førleika at meta um skattamálið.

• At danska bakmansløgreglan SØIK, ið hevur fleiri specialkonsulentar innan roknskap og skatt í starvi, ikki kennir mun á debet og kredit.

Jan Lamhauge spyr: ”Hvør flennir nú?”

Eg veit ikki um nakað er at flenna at.

Men eg haldi at tað skal verða upp til tann einstaka at avgera um flent verður og hvørjum flent verður at.

Símun Absalonsen

Ummælið av SVIK kann lesast her
www.dimma.fo/um-svik

Ummælið av ummæli kann lesast her
www.in.fo/news-detail/news/hvoer-flennur-simun-1/

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo