Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tað sær út til at blíva stórsigur til sitandi forsætisráðharran í Nýsælandi, Jacinda Ardern og hennara arbeiðaraflokk á tjóðartingsvalinum í dag .

Eftir øllum at døma fær Labour 64 av teimum 120 sessunum og kann tí skipa stjórn uttan stuðulsflokkar ella samgongu.

Samstundis tapti avbjóðarin, Judith Collins úr tjóðskaparflokkinum New Zealand National Party stórt. Tey fingu bert helvtina so nógvar atkvøður sum arbeiðaraflokkurin. Judith Collins viðurkendi beinanvegin tapið, men lovaði at flokkurin skuldi reisa seg aftur.

40 ára gamla Jacinda Ardern var ynsti forsætisráðharri í Nýsælandi síðani 1856, tá hon varð vald fyrruferð fyri trimum árum síðani.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo