Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Í hesum døgum er framsýning eftir Jack Kampmann í Myndlist í Tórsgøtu 16 í Havn.

Við á framsýningini eru oljumálningar í upprunarammum og nýinnrammaðar prentmyndir úr tíðarskeiðinum frá 1960 og fram til 1988. Hetta er ein úrvald samling, sum privatpersónur hevur savnað gjøgnum tíðina.

Jack Kampmann varð føddur í London av donskum foreldrum. Hann vaks upp í USA og varð útlærdur sum málari í Danmark, áðrenn hann slapp á Kunstakademiið í 1933-1934.

Í eitt stutt tíðarskeið royndi hann seg við abstraktum málningum, men helt eisini á at mála figurativt.

Undir seinna heimsbardaga legði hann málingina á hyllina, við tað at hann av antifasistiskum hugburði meldaði seg sum frívilligan í enska herin.

Í 1947 bleiv Jack limur í “Kammeratunum” og árið eftir flutti hann til Føroyar, har málingin av álvara tók dik á seg.

Hann fekk nógv av motivunum úr føroysku landsløgunum, sum hann endurgav við fastbygdum formum, sum mintu um Cézanne. Hann arbeiddi við skørpum strikum og skifti ímillum dempaðar og kraftigar littónar.

Fastleikin í kompositiónini kom somuleiðis til sjóndar í portrettunum hann gjørdi.

Frá 1948 til 1964 búði og arbeiddi hann í Føroyum, inntil hann vendi aftur til Danmarkar, har hann búðu tey seinastu 25 árini av lívi sínum.

Framsýningin hongur uppi inntil 9. november.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo