Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Hálvi tvørámaðurin og stórskemtarin Jacob Haugaard, heimskendur í øllum førum í Føroyum og Danmark, er saman við konuni og koronu endaður undir dýnuni.

Hann skuldi annars vera við, nú finala verður í kappingini, sum á føroyskum hevur fingið heitið Dansifrøði. Men TV2, sum skipar fyri kappingini, hevur í tíðindaskrivi upplýst, at tað fer ikki at bera til kortini.

- Vit vóru úti og ótu, vit vóru 8 fólk og síðani eru 5 blivin sjúk, sigur kona Jacob Haugaard, Ilse Vilmot, sum hevur tosað við Ekstrablaðið.

Jacob Haugaard er 69 ár. Tey siga seg bæði hava tað gott eftir umstøðunum. Hjá honum minnir tað mest um vanligt krím, ímeðan hon hevur havt ilt í lungunum og í arminum har hon bleiv koppsett. Tey hava framvegis smakki- og luktisansin, og matarlysturin er góður.

- Tíbetur eru vit bæði koppsett, tí annars hevði tað sikkurt verið nógv verri, sigur Ilse Vilmot.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo