Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Málið sum Reiðarafelagið vann í Føroya Rætti verður nú kært til Eystara Landsrætt, sigur Jacob Vestergaard, fiksimálaráðharri, við VP.

- Tað verður gjørt eftir tilmæli frá kamaradvokatinum, sigur Jacob Vestergaard.

Tað var Føroya Reiðarafelag, sum stevndi landsstýrinum við kravi um, at ásetingin í § 7, stk. 2 í løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskapi fyri 2016 var ógildug, tí lógin stríddi ímóti bæði grundlógini og europeiska mannarættindasáttmálanum.

Nevnda lógargrein ásetti, at gjald fyri kvotur, keyptar á uppboðssølu, ikki kunnu dragast frá søluvirðinum av veiðuni, tá hýrur verða gjørdar upp og goldnar manningini.

Tað var undanfarna landsstýrið sum legði uppskotið fyri løgtingið.

Hóast løgtingsumsitingin ávaraði løgtingið um at uppskotið kundi viðføra endurgjaldsskyldu, var tásitandi samgonga hvørki at høgga ella stinga í.

Nú hevur so Fiskimálaráðið avgjørt at royna málið í Eystara Landsrætti.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo