Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Tórshavnar Súkklufelag: LM Kring Føroyar er byrjað, og eftir tvær etapur hevur Jákup Petur Eliasen lagt seg á odda. 

Sí Myndir her (Ólavur Frederiksen tók)

Kappingin byrjaði mikukvøldið, tá kappast var í Einkultstarti. Koyrt varð úr Miðvági, til Sørvág, og so til Bíggjar. Her bleiv vent, og so skuldi kvinnur og menn koyra aftur á mál í Miðvági. Startur og mál var við busskýlið eftir rundkoyringina við FK, og teinurin var 21 kilometrar til longdar.

Jákup Petur vann tryggan sigur, og nummar tvey gjørdist Hilmar Hansen. Hesir báðir liggja, eftir 1. og 2. etapu, á ávikavist fyrsta og øðrum plássi samanlagt, eftir at hesir fingu somu plasering sum dagin fyri. Bronsan fór til Vestmanna, tá Tórarinn Didriksen megnaði at gerast triðskjóastur á 21 km langa teininum.

Les meria her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo