Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Havstovan: Aftur í ár luttekur Havstovan á Vísindavøkuni sum er fríggjadagin 24. september.

Hesaferð liggur Jákup Sverri við bryggju beint við Sjóvinnuhúsið, og Havstovan bjóðar øllum vísindavøkugestum umborð at síggja nýggja stásiliga havrannsóknarskipið. Skipið er opið frá kl. 9 til kl. 16, og vitjandi sleppa m.a. at síggja royndarstovur, fabrikkina, messuna, maskinrúmið og brúnna. Eisini eru fólk frá Havstovuni og manningin tøk at greiða frá, hvat skipið kann brúkast til.

Umframt at Jákup Sverri er opin fyri vitjandi, so hava tveir av granskarunum á Havstovuni eisini fyrilestrar í Kongshøll. Kl. 11 hevur Karin Margretha Húsgarð Larsen fyrilestur um evnið "Fer Golfstreymurin at steðga?" og kl. 14 hevur Ian Salter fyrilestur um evnið "A climate mitigation strategy using marine algae? An example of scientific misrepresentation for economic gain".

Øll tiltøkini á Vísindavøkuni eru almenn og ókeypis. Skráin sæst her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo