Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Jákup Sverri Kass vil ikki seta navn á, hvør kann hava likið upplýsingarnar um ferðaseðlarnar til SAS, men hann sigur við Norðlýsið, at hann keypti ferðaseðlarnar beinleiðis á netinum frá Atlantsflogi, so tað er eingin uttanum Arlantsflog, sum kann hava likið.

Tað sigur hann í samrøðu við Norðlýsið.

Jákup Sverri Kass hevur tí sett seg í samband við Atlantic Airways, fyri at gera vart við sína misnøgd, men hvussu eftirspælið verður av hesum, um tað fær nakrar fylgjur ella ikki, er enn ikki greitt, skrivar Norðlýsið.

- Eg havi einki ímóti at almenningurin fær at vita, at eg keypti ferðaseðlarnar, tí tað er alt fullkomiliga eftir reglunum. Men eg haldi tað vera langt úti, at eitt alment partafelag fer út við upplýsingum sum eru 100 prosent í trúnaði, sigur hann við Norðlýsið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo