Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Ósemja ímillum Fiskimálaráðið og Sjóvinnustýrið ger, at nýggja havrannsóknarskipið, sum annars skuldi fara royndartúr í dag, sleppur ikki at loysa.

Sambært Kringvarpinum snýr ósemjan seg um, hvørt havrannsóknarskipið skal skrásetast sum eitt fiskiskip ella eitt handilsskip. Hetta hevur týdning, eitt nú tá tað kemur til hvørji førleikakrøv manningin skal hava.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, segði við Kringvarpið, at als ongin ivi er í hansara verð um, at Jákup Sverri er fiskiskip og kann tað ikki skrásetast sum slíkt, so verður tað bara liggjandi.

Sjóvinnustýrið heldur hinvegin uppá, at tá skipið er bygt sum handilsskip, so skal tað skrásetast sum slíkt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo