Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Vit, starvsfólk á Føroya Tele, eru góð við Føroya Tele og við okkara stjóra.

Jan Ziskasen hevur flutt Føroya Tele og Føroyar upp á eitt nógv hægri støði, og hevur lært okkum at hugsa stórt, og at bara tað besta er gott nokk.

Okkara stjóri, Jan Ziskasen, er ein dugnaligur, eldhugaður og nýhugsandi stjóri. Hann hevur bygt nakað serstakt upp á ein serliga menniskjaligan hátt. Hann er líka við øll, og hevur áhuga fyri øllum starvsfólkum.

Í tí dagliga arbeiðinum hevur hann givið okkum sjálvsavgerðarrætt, soleiðis at kundin verður skjótt avgreiddur, tí vit sjálvi kunnu taka avgerðir.

Okkara stjóri er persónligur, jaligur og gongur nógv á gólvinum hjá okkum øllum. Jan Ziskasen er rættvísur, og vit føla okkum trygg og errin av at hava hann sum stjóra.

Vit eru øll Føroya Tele
Føroyar eru lítlar, og vit hava tørv á einari sterkari fyritøku fyri at tryggja, at øll fáa eitt fjarskifti í heimsklassa. Okkara aðalmál eru, at vit skulu vera best í øllum. Vit ynskja at geva kundanum heildarupplivingar, at hava dugnalig og nøgd starvsfólk, at skapa og veita einfaldar loysnir og tryggja góðar umstøður fyri kundar og starvsfólk.

Føroya Tele er eitt sera gott arbeiðspláss, og vit veita eina framúr góða tænastu á øllum deildum. Okkara árligu nøgdsemiskanningar siga alt. Nøgdsemið er methøgt millum kundar og starvsfólk. Tað er sostatt eingin, ið rópar eftir nøkrum sundurskilnaði.

Føroya Tele hevur borið nógvar milliónir niður í landskassan hesi nógvu árini, vit hava greið skot millum feløgini, og NET veitir javnbjóðis tænastur til allar fjarskiftisveitarar á føroyska marknaðinum.

Jan Ziskasen hevur torað at hugsað stórt, soleiðis at vit ikki bert fáa viðurkenning í Føroyum, men eisini í útlandinum.

Greinar verða skrivaðar í Japan og aðrastaðni um okkum. Jan hevur lært okkum, at einki er ómøguligt hjá okkum, og hevur dugað at víst á hvussu góð og dugnalig fyritøka Føroya Tele er.

Hesi viðurskifti, og fleiri afturat, bera boð um, at vit eru ein skynsom og nýhugsandi fyritøka, sum kann vera við á altjóða tøkniliga leikvøllinum. Hvat er endamálið við at petta tað sundur, sum riggar væl?

Vit skilja væl, at okkara stjóri og nevndarformaður siga frá, tá støðan er, sum hon er. Politikkur er eitt. Vit, starvsfólk á Føroya Tele, eftirlýsa tó staðiliga, at ætlanirnar við okkara fyritøku verða bygdar á greitt skynsemi, virðing og framskygni.

Heldur enn at petta okkum sundur, áttu vit øll at arbeitt í felag fyri framhaldandi at náa tøkniligu tindarnar herheima og úti í heimi.

Vit, orkan og dygdin handan Føroya Tele við Jan Ziskasen á odda, hava ferð eftir ferð víst á, at Føroya Tele er ein fyritøka, ið nær síni aðalmál og virkar, sum hon skal.

Starvsfólk á Føroya Tele

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo