Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Nes Kommuna: Í morgun varð tekniska toymið í Nes kommunu boðið til ein góðan drekkamunn á kommunuskrivstovuni, nú tveir starvsfelagar hava verið í starvi í 25 ár.

Jan Petersen, arbeiðsformaður, varð settur í starv á vári í 1996. Kristin Nordendal, arbeiðsmaður, varð settur í starv á heysti sama ár.

Í øll hesi 25 árini hava teir arbeitt saman, oftast lið um lið, altíð í sera góðum samstarvi.

Súni í Hjøllum, borgarstjóri, segði,  at tað hevur ómetaliga stóran týdning fyri kommununa at hava so trúgv starvsfólk. Gjøgnum eitt langt arbeiðslív hava tit møtt nógvum ymiskum avbjóðingum. Tað er ein stórur fyrimunur fyri kommununa at hava fólk við innliti og royndum, tá ið uppgávurnar skulu loysast.

Borgarstjórin takkaði teimum fyri vælaverk og sera gott samstarv millum ár og dag, fyri trúgva og drúgva tænastu, ynskti teimum framhaldandi blíðan byr og handaði teimum hvør sín málning og blómur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo