40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Frá í morgin at rokna sleppa útlendingar fyribils ikki um japansku landamørkini.

Orsøkin er nýggja koronafrábrigdið, nevnt Omikron.

Heimsheilsustovnurin, WHO, hevur sagt, at støðan viðvíkjandi nýggja frábrigdinum er álvarslig, tí hann smittar illa, og tað er óvist um koppingarevnið, sum í dag er tøkt í bardaganum ímóti korona, ger nakran mun. Og tað fer at taka dagar ella kanska vikur áðrenn vit vita meira um nýggja frábrigdið, sigur WHO.

Higartil er frábrigdið, sum byrjaði í Suðurafrika, staðfest í fleiri londum har á leiðini, eins og í Australia, Kanada og fleiri europeiskum londum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo