Meira ræður um tað, ið rætt er, enn hvør ið rætt fær
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Koronasóttin hevur givið ferðavinnufelagnum hjá bóndrunum eina ringa byrjan.

Fyrsta roknskaparárið, sum var fyrraárið, var hallið 14 tkr, men í fjør, tá felagið hevði havt rakstur í eitt heilt ár, var hallið munandi størri, ella 437.000 krónur eftir skatt.

Felagið hevur fólk í starvi at taka sær av rakstrinum, og tí fer dastið av útreiðslunum eisini til lønir og eitt vet til avskriving av immateriellari støðisogn.

Men øll byrjan er trupul, og tað hjálpti heldur ikki, at felagið júst var farið undir sítt virksemi tá koronasóttin rakti.

- 2020 hevur verið eitt tungt ár hjá ferðavinnuni, og leiðslan er av teirri fatan, at gongdin fer at venda, tá fleiri ferðafólk koma aftur til landið. Felagið bleiv stovnað í 2019 og 2020 er fyrsta ár við rakstri. Felagið er tí enn í byrjanarfasuni, sigur leiðslan í frágreiðingini.

Símun Gullaksen er stjóri í Jarðir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo