Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Komandi fríggjakvøld er kærleiki í luftini. Blómuhandlar hava hendurnar fullar av bukettum, meðan matstovurnar kela fyri smaksleykunum. Men hví ikki runda dagin av við einari konsert uppliving? Tí fríggjadagin spæla tveir av mest spældu bólkunum í Føroyum í Perluni.

Jasmin
Jamin hevur langtsíðani prógvað síni evnir í Føroyum, og nú byrjar útheimurin eisini at fáa eyguni upp fyri hennara "magisku rødd". Men áðrenn útlondini renna avstað við Jasmin, so sleppa vit at uppliva hana í Perluni.

Tað var tá Jasmin vann tónleikakappingina Sement, at hon kom brakandi inn á føroyska tónleikapallin. Nú høvdu vit brádliga eina damu, sum megnaði at leggja sál í hvønn tíma og geva áskoðarum gásarhold. Og tað var ikki uttan orsøk, at Jasmin vann heiðurin sum ársins sangari í 2019.

Nú hava øll høvið at uppliva sterku røddina hjá Jasmin í Perluni, og tað verður saman við einum framúr góðum og væl samanspældum bólki.

Fremmand
Hóast navnið, so eru Fremmand ikki heilt fremmand í Føroyum. Fremmand hava verið nógv at hoyrt í føroysku miðlunum seinasta árið

Umframt at spæla tey góðu og kendu løgini, fara tey eisini at framføra spildurnýtt tilfar frá komandi útgávuni, sum tey eru við at leggja seinastu hond á.

Í fjør var Fremmand á konsertferð við navnframa rokkbólkinum Black Rebel Motor Cycle Club í Týsklandi og USA.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo