Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Ungi rokkbólkurin Jassarnir byrjaði sína tónleikaferð á Eystanstevnu 2018, og gevur nú út sítt fyrsta staklag, ið kallast “Livin’ Through a Beat”.

Seinastu tvey árini hava teir runga á føroyska tónleikapallinum við alskins rokkcoverløgum, millum annað á festivalinum, mentanarvikum og summarstevnum. Í februar mánaði vunnu teir tónleikakappingina Stella Polaris. Jassarnir er mannaðir við Leivi Lassen á vokali, Ároni Poulsen á elgittara og vokali, Róki Troest Rasmussen á bassi og vokali og Beini Grønagarð á trummum.

Nýggja staklagið hevur eitt alternativt rokkhuglag, sum liggur tætt uppat nútímans poppi.           

Tær 13-ára gomlu ljósu røddirnar skapa eina serligu ljóðmynd við ráu rokktónunum aftanfyri.

Tað er upptikið í Studio Bloch við Hans Poulsen sum framleiðari. Jassarnir hava sjálvir spælt øll ljóðførini. Og hava skrivað lagið saman við Beinir Troest, ið eisini tekur sær av venjingunum.

Lagið snýr seg um at ikki taka tilveruna ov tungt, liva í takt við lívið og ikki lata neilig fólk fora tínum dreymum.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo