Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Devender Sharma var dømdur fyri at hava dripið upp til sjey taxabilførarar millum 2002 og 2004, og fekk lívlanga fongsulsrevsing.

Eftir 16 ár handan múrarnar fekk tann 62 ára gamli indarin loyvi til stutta royndarleyslating á 20 dagar í januar, men hann møtti ikki upp aftur í fongslinum, tá ið hann skuldi, sambært løgregluni, skrivar norska TV 2.

Mikudagin, seks dagar eftir at hann hvarv, handtók indiska løgreglan Sharma í høvuðsstaðnum Dehli.

Har búði hann saman við eini einkju, hann hevði gift seg við, meðan hann fjaldi seg.

Sharma játtaði seg at hava brotið treytirnar fyri leyslatingini og at hann ikki møtti aftur, tá ið hann skuldi, skrivar CNN.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo