Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Føroya Lærarafelag sannar, at hóast nýggjar og øktar uppgávur verða lagdar á fólkaskúlan, so minkar samlaða játtanin, ið løgtingið setir av til at reka fólkaskúlan á hvørjum ári. Henda gongdin kann ikki halda fram.

Ein av uppgávunum, sum er komin afturat í fólkaskúlanum, uttan at nøkur fígging er fingið til vega, er undirvísing í føroyskum sum annaðmál. Henda uppgávan er vaksin nógv.

- Fíggjarliga er uppgávan meira enn tvífaldað eftir fáum árum. Hetta merkist sum sjálvsagt er á øðrum støðum í fólkaskúlanum. Sjálvandi eiga hesi børn, sum eru flutt til Føroyar frá útlandinum og hvørki kenna málið ella mentanina, at fáa góða undirvísing í føroyskum sum annaðmál, men tá uppgávan veksur, so má játtanin fylgja við, segði Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags, í formansrøðu síni á aðalfundinum hjá Lærarafelagnum í apríl.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo