Ánarar minnast betur enn skuldarar
- Benjamin Franklin

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Heilsutrygd: Játtanin til royndarskipanina við ókeypis sálarfrøðiligariviðgerð er uppi. Hesum hevur Heilsutrygd í dag boðað sálarfrøðingunum frá.

Hetta merkir, at Heilsutrygd bara rindar fyri viðgerðir til og við í dag, 30. juni 2022.

- Vit á Heilsutrygd eru sera hørm um støðuna, tí tað vísir seg, at stórur tørvur er á skipanini, og hon hevur virkað væl.

- Orsøkin er, at játtanin er ov lítil, og tað kemst av, at man upprunaliga ikki hevur mett tørvin so stóran, sum hann nú vísir seg at vera. Harafturat má eisini staðfestast, at útreiðslurnar serliga hava tikið dik á seg frá mars í ár, og tí hevur verið trupult at mett um gongdina.

- Hetta er ein sera óheppin støða, serliga fyri tey, sum hava tørv á viðgerðini, men eisini fyri sálarfrøðingarnar, sum hava kýtt seg at fáa skipanina at virka væl, sigur Heilsutrygd.

Heilsutrygd hevur biðið um og vónar at fáa eykajáttan til virksemið restina av árinum. Hetta arbeiðið er í gongd, verður sagt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo