Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svartil skrivligan fyrispurningnr. 62/2020frá Heðini Mortensen, løgtingsmanni,um inntøkur landskassans frá vektgjaldi, skrásetingargjaldi og øðrum gjøldum á skrásettum akførum, settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Jørgeni Niclasen.

Fyrispurningurin er soljóðandi:

1. Hvussu stórar inntøkur hevur landskassin árliga av vektgjaldi og skrásetingargjaldi á akfør, tolli og øðrum í sambandi við innflutning av akførum og avgjaldi á brennievni til akfør?

2. Hvussu stórur partur av hesum inntøkum fer til at bøta um og dagføra landsveganetið í Føroyum?

3. Heldur landsstýrismaðurin tað vera rætt og rímiligt, at ikki øll henda inntøka landskassans verður brúkt til landsveganetið?

4. Hevur landsstýrismaðurin í kvittanum at taka neyðug stig, so samsvar fæst millum tær inntøkur og útreiðslur, ið tað almenna hevur av skrásettum akførum?

Svartilfyrispurningnr.1
Í talvu 1 niðanfyri eru vístar inntøkurnar hjá landskassanum avvektgjaldiog skrásetingargjaldi á akfør, tolli og øðrum í sambandi við innflutning av akførum og avgjaldi á brennievni til akfør.

##med2##

Leggjast kann aftrat, at inntøkurnar, sum almennu tunnilsfeløgini hava av brúkaragjøldunum í undirsjóvartunlunum eru ikkivístar í talvu 1.

Tær inntøkurnar vera væntandi 200-250 mió. kr. árliga íroknað Eysturoyar-og Sandoyartunnilin.

Svartilfyrispurningnr. 2
Í talvu 2 niðanfyri eruvístarútreiðslurnar hjá landinum av at bøta um og dagføra landsveganetið í Føroyum (rakstur og løgur).

##med3##

Leggjast kann aftrat, at beinleiðis játtanin til almenna felagið P/F Eystur-og Sandoyartunlar ikki er víst í talvu 2 omanfyri.

Tann játtanin er 50 mió. kr. í 2020 og 2021.

Leggjast kann eisini aftrat, at felagið P/F Eystur-og Sandoyartunlar í løtuni byggir undirsjóvartunlar fyri um 350 mió. kr. árliga, sum heldur ikki er nevnt í talvu2 omanfyri.

Í talvu 2 omanfyri eru játtanirnar til dagføring av tunlum og brúm og til trygdartiltøk íroknaða í játtanina til nýgerð av vegum og tunlum (løga).

Svar til fyrispurningnr. 3 og nr. 4
Líka síðani byrjanina av nítiárunum hevur verið játtað ov lítið til viðlíkahald av landsvegum, tunlum og brúm. Hetta hevur havt við sær, at fleiri vegastrekki í landinum eru í ringum standi, og stórt eftirsleip er á viðlíkahaldi á landsvegunum.

Landsverk metti samlaða eftirsleipið á viðlíkahaldi av landsvegakervinum til um 375 mió. kr. í 2019. Landsverk lýsir støðuna á vegakervinum soleiðis, at so at siga øll øki hava ein átrokandi tørv á ábótum.Landsstýriðætlar, at játtanin til viðlíkahald av landsvegunum hækkar stigvíst næstu árini.

Á hendan hátt ber til at fáa eftirsleipið á viðlíkahaldi aftur eftir eitt ávíst tíðarskeið.Ætlanin er, at hetta verður játtað á vanligan hátt við játtan á løgtingsfíggjarlógini eins og annað vanligt virksemi hjá landinum.

Sitandi landsstýrið hevur hækkað játtanirnar til dagføring av tunlum og brúm í 2020 og aftur í 2021. Játtanin til endamálið var 5,5 mió. kr. í 2019. Játtanin er hækkað til 8 mió. kr. í 2020 ogtil 13 mió. kr. í 2021.

Játtanin er sostatt hækkað 7,5 mió. kr. frá 2019 til 2021.

Landsstýrið hevur eisini hækkað játtanina til trygdartiltøk, sum verður brúkt til at bøta um verandi samferðslukervi, soleiðis at trygdin verður betri á landsvegunum. Í 2020 vórðu 7,6 mió. kr. játtaðar til endamálið, og játtanin hækkaði tá 2,6 mió. kr. Í 2021 eru 13,6 mió. kr. játtaðar til endamálið.

Játtanin til trygdartiltøk er sostatt hákkað útvið 9 mió. kr. frá 2019 til 2021.

Tinganes, 13. januar 2021
Jørgen Niclasen
Landsstýrismaður í fíggjarmálum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo