Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Javnaðarflokkurin liggur í løtuni á odda í veljarakanningum.

Um tað er gott ella ikki, er upp til hvønn einstakan at taka støðu til.

Eftir landsfund floksins í Sørvági herfyri, valdi formaðurin í Javnaðarflokkurin, Aksel V. Johannesen, enn einaferð at brúka somu skøvaðu plátu: Javnaðarflokkurin fer ikki í samgongu við Fólkaflokkin.

Hví skifta somu gomlu plátu, tá hon framvegis selur. Ein kann spyrja seg sjálvan hvat Javnaðarflokkurin vil við hesum og hví tey velja at útihýsa 1/4 av Føroya fólki.

Javnaðarflokkurin er við til at grava eina djúpa gjógv millum høgra og vinstra vongin og hetta er øgiliga ósunt fyri tað føroyska samfelagið.

Vit síggja hetta sama í útheiminum, har politiskar gjáir eru øgiliga djúpar og nógv benda veruleikan, bara fyri egnan politiskan vinning. Hetta er alt annað enn sunt fyri eina politiska skipan og er ikki í tráð við okkara siðvenju.

Men Javnaðarflokkurin vil hava blokkpolitikk og føra ógvusligan vinstravendan politikk, heldur enn at finna breiðar og varandi semjur. Hetta sást eisini í málinum um fiskivinnunýskipanina. Føroyska samfelagið er eyðkent fyri at kunna finna loysnir, sjálvt um vit ofta kunnu og eru ósamd, men hetta er tíverri ikki veruleikin longur.

Javnaðarflokkurin við Akseli á odda, burdi verið opin fyri øllum samstarvi og komið upp úr egnum dunnuhyli eina løtu.

"So góðu javnaðarfólk. Tá ið tit vilja hava ein heim, sum er so innbjóðandi, so hví ikki bjóða 4. hvørjum føroyingi uppí part?"

HuXa Fólkafloksungdómur
Erling Mørkøre
Formaður í HuXa

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo