Um tú ikki kanst føða 100 munnar, byrja so við einum
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Javnaðarflokkurin: Í einum lítlum felag, har til dømis fimm fólk eru í starvi, hava starvsfólkini rætt til dagpening undir sjúku, meðan stjórin dettur niðurímillum. Tað skal broytast, halda tinglimir Javnaðarfloksins, sum í dag hava lagt uppskot fram fyri løgtingið. 

Í einum uppskoti til samtyktar heita tinglimir Javnaðarfloksins á landsstýrið um at fyrireika lógaruppskot, sum skal tryggja stjórum í smáum feløgum rætt til dagpening undir sjúku. Ítøkiliga er talan um at víðka um persónsskaran, sum kann tekna sjálvbodna dagpeningatrygging, til eisini at fevna um stjórar í smáum feløgum, sum hava nakað av arbeiðsmegi afturat sær.

Sambært dagpeningalógini kunnu vanligir løntakarar, sjómenn, útróðrarmenn og sjálvstøðug vinnurekandi, sum ikki ella í lítlan mun hava leysa arbeiðsmegi afturat sær, umframt persónar, sum tekna eina sjálvbodna trygging, fáa dagpening, um tey verða sjúk ella skadd. Undanfarna landsstýriskvinna við almannamálum, Eyðgunn Samuelsen, bøtti um dagpeningalógina, so at skipanin fór frá bert at fevna um sjálvstøðug vinnurekandi til eisini at fevna um stjórar í egnum felag – men við tí treyt, at felagið ikki ella í minni mun hevði fasta arbeiðsmegi afturat sær. Í hesum sambandi varð víst á, at talan var um eina varisliga broyting, og at lógin átti at blivið endurskoðað 2 ár seinni.

Tað eru nú trý ár síðan seinastu dagføring av lógini, og uppskotssetararnir halda, at skipanin aftur eigur at verða bøtt. Uppskotssetararnir mæla til, at tað verður ásett, at stjórin til dømis kann hava upp til fimm ársverk afturat sær í felagnum og framvegis vera fevndur av skipanini.
Víst verður á, at talan framvegis vil vera um smærri vinnurekandi, sum ikki í sama mun sum størri vinnurekandi hava fíggjarliga orku til at rinda sær sjálvum ella starvsfólki løn undir sjúku. Í smáum feløgum við til dømis 5-6 starvsfólkum er sjáldan munur á løntakara og stjóra, men stjórin í felagnum virkar og arbeiðir á sama hátt sum restin av løntakarunum. Tí kann diskuterast, hvørt stjórin í felagnum ikki eigur at verða roknaður sum vanligur lønmóttakari.

- Vit halda tað ikki vera rímiligt, at stjórar í heilt smáum feløgum eru í verri støðu enn restin av starvsfólkunum í felagnum. Hetta hevur við sær, at stjórar í smáum feløgum ofta liva í støðugum ótta fyri sjúku, og tí tað kann raka felagið og starvsfólkini í felagnum meint. Somuleiðis kann tað halda summum frá at átaka sær stjóraheitið í so smáum fyritøkum, tá hetta í nógvum førum í størri mun er formalitetur enn nakað annað, sigur Aksel V. Johannesen, formaður Javnaðarfloksins.

Aksel V. Johannesen vísir á, at Javnaðarflokkurin sum heild heldur, at fleiri stig skulu gerast til tess at bøta um viðurskiftini hjá smáum vinnurekandi. Hetta uppskotið er liður í hesum endamáli.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo