Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

LÍV bjóðar eina røð av tryggingum. Fyri flest allar tryggingar er í dag ongin munur á kynum.

Í ávísum førum verður tó gjørdur munur á kvinnum og monnum.

Fyri at javnseta kynini, hevur LÍV tikið avgerð um at fara undir eina tilgongd, soleiðis at ongin munur verður á kynunum hvat viðvíkur kostnaði, ella teimum veitingum, sum felagið í dag veitir sínum kundum.

Hetta hevur millum annað við sær, at lívrenturnar verða roknaðar eftir somu fortreytum fyri kvinnur og menn.

Tilgongdin er farin fram í tøttum samstarvi og semju við eigarar og samstarvspartnarar.

Tað fer at krevja broytingar í skipanunum hjá felagnum og nú verður farið undir at fyrireika broytingarnar. 

“Vit halda, at ein natúrligur partur av virkseminum hjá LÍV er at fylgja gongdini og ásetingunum á føroyska arbeiðsmarknaðinum, tí fara vit undir eina tilgongd sum hesa, ið fer at javnseta kynini”, sigur Jan Jakobsen, stjóri á LÍV. 

Nýggja pensjónslóggávan, sum ásetir krøv um lívrentu, hevur ikki nógv ár á baki, tískil verða tær lívrentur, sum komandi tíðina verða útgoldnar, ikki ávirkaðar av hesi avgerð, tí verandi lóggáva hevur eitt minstamark fyri nær lívrentur eru eitt krav. 

Ongin lógarbroyting er, sum tryggjar, at tað ikki verður gjørt mun á kynunum.

Tó hevur LÍV tikið ta avgerð, at kvinnur og menn frameftir verða stillaði líka í øllum teimum tryggingum, sum felagið bjóðar.

Í summum førum er hetta til fyrimuns fyri kvinnur og í øðrum førum til fyrimuns fyri menn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo