Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Gingu í miðbýnum í Reykjavík jóansøkudag 2022 og skuldu yvir um ein veg við nógvari ferðslu. Stóðu eina løtu og bíðaðu eftir grønum ljósi, so vit kundu koma tvørtur um vegin.

So lýsti grønt og vit sóu, at ljósið avmyndaði eina grøna kvinnu. Komin longur fram á leið steðgaðu vit enn einaferð og bíðaðu eftir ljósinum. Á hesum sinni avmyndaði ljósið ein reyðan mann.

Á sama øki í miðbýnum søgdu ein kvinna og ein maður frá, tá ið gangandi var yvir um vegin. Kvinnan og maðurin vóru í reyðum og grønum ljósi alt eftir, um vit kundu ganga ella ikki.

Í fyrstu syftu var kenslan løgin. Enntá inn í ferðsluna var kynsliga orðaskiftið komið, so javnvágin millum mann og kvinnu var í lagi. Bæði kynini vístu vegin og søgdu: Ger so væl og far til gongu, vinarliga bíða eitt bil! Uttan stórvegis viðgerð kom metingin av sær sjálvum og líktist einum fordómi: Hetta var óneyðuga langt úti!

Sama kvøldið umrøddu vit ferðsluljósini enn einaferð. Ígjøgnum dagin vandu vit okkum við tankan, at hetta er veruleikin í nútíðarsamfelagnum. Endamálið er javnstøða millum kvinnur og menn á øllum økjum, bæði tá ið talan er jalig, ella vit tálma og siga nei. Tað nýggja fyribrigdið við atliti at ljósunum í ferðsluni fekk ein jaligari dám, sum dagurin gekk.

Kirkjugøtan gjørdist alt frá ungum árum mín vegur og yrkisleið. Í uppvøkstrinum var tað andaliga jørðildið myndað av fólkakirkjuni og heimamissiónini. Minnist einki til, at menn vóru fremri ella høvdu fleiri rættindi enn kvinnurnar í kirkju og missión.

Eyðvitað var talan um eitt arbeiðsbýti. Mynstrið á arbeiðsmarknaðinum, tá ið at kalla allir menninir vóru sjómenn, skapti eyðvitað ein heimligan kultur. Kvinnurnar ráddu í húsarhaldinum og í heimligum viðurskiftum. Eisini innan kirkju og missión stóðu kvinnurnar í nógvum bygdum á odda, tí menninir vóru til skips.

Mynstrið á arbeiðsmarknaðinum er í dag øðrvísi enn fyri hálvari øld síðani. Motivini í ferðslu ljósunum siga frá, at vit liva í eini nýggjari tíð. Tað er umráðandi, at vit, ið fingu andaliga ábyrgd, eru tilvitað um tær nýggju tíðirnar, so vit kunnu møta tí yngra ættarliðinum við evangeliinum um Jesus Krist og Guðs náði, fyrigeving og frelsu.

Sum prædikumaður er tað mín fatan, at tann nýggja tíðin í mangar mátar er betur enn tann gamla, hóast mangt var gott í farnum tíðum. Mær tykir, at vit eiga ein dugnaligan og bæriligan ungdóm, hóast tey ungu eins og tey eldru hava ávísar avbjóðingar. Hvørt tíðarskeið í søguni hevur havt sítt at dragast við.

At samanbera tíð og tíðarskeið er altíð torført, tí eisini tað andaliga jørðildið broytist í takt við tær verkligu umstøðurnar. Einki stendur í stað uttan afturgongdin, ið eisini er farin til gongu og steðgar, tá ið málsøkið doyr.

Nú vit tosa um kvinnur og menn eru ráðini, ið ápostulin Paulus gevur Titusi, verd at leggja sær í geyma. Paulus biður Titus tala um tað, sum hóskar fyri hina heilnæmu læruna. Tað áhugaverda er, at bæði gamlir menn og gamlar konur hava eitthvørt at læra og ansa eftir.

Hin kristna kirkjan hevur notið væl av, at kvinnur og menn kendu kallið frá Guði og gjørdust virkin í kirkju og missión. Mín persónliga sannføring er, at javnstøða og javnrættindi eiga at vera millum menn og kvinnur í kirkjuni.

Tað avgerandi er ikki kynið, men at vit – menn og kvinnur – í Jesusi Kristi kenna kallið til tænastu og eru kallinum líðin í orði og verki. Ikki maðurin, ikki kvinnan! Tað alt avgerandi er Guðs kallan og Guðs einborni sonur, Jesus Kristus.

Allastaðni har Jesus verður tilbiðin í anda og sannleika er lív. Uttan Guðs halgan í Jesusi Kristi megna hvørki maðurin ella kvinnan stórvegis. Er Kristus í okkum og vit í Kristi, orka vit alt í honum, sum ger okkum sterk.

Titus skal siga við teir gomlu menninar: “At gamlir menn skulu vera fráhaldandi, virðuligir, hóvsamir, heilbjargnir í trúnni, í kærleikanum, í úthaldninum.”

Titus skal siga við tær gomlu konurnar: “At gamlar konur somuleiðis skulu skikka sær, sum tað sømir heilagum, ikki baktala, ikki vera falnar til drykk, men vera lærarar í tí, sum gott er.” (Titusbrævið 2,3).

Nógvir menn hava prædikað Guðs orð fyri okkum alt frá barni av til henda dag. Eri Harranum takksamur fyri teir allar, ið hava lívgað vára trúgv.

Nógvar kvinnur hava prædikað Guðs orð fyri okkum alt okkara lív. Eri Harranum takksamur fyri tær allar.

Kvinnur og menn byggja kirkju og byggja land við orðinum um Jesus. Amen.

Orðið: “Her er ikki Jødi ella Grikki, her er ikki trælur ella frælsur maður, her er ikki kallur ella kona; tí at tit eru øll ein maður í Kristi Jesusi.” (Galatarbrævið 3,28).

Jógvan Fríðriksson,
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo