Jen Psaki, pressutalsfólk í Hvíta Húsinum, gevst í starvinum tann 13. mai, skrivar Reuters.
Psaki hevur starvast sum pressutalsfólk síðani 20. januar 2021.
Á Twitter skrivar Psaki at tað verður Karine Jean-Pierre sum er nýtt pressutalsfólk í Hvíta Húsinum.
Jean-Pierre verður fyrsta svarta kvinna, og fyrsti LHBT+-persónur í starvinum sum pressutalsfólk í Hvíta Húsinum, skrivar NRK.
She will be the first black woman and the first openly LGBTQ+ person to serve as the White House Press Secretary. Representation matters and she will give a voice to many, but also make many dream big about what is truly possible.
— Jen Psaki (@PressSec) May 5, 2022
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo