Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Sjávt um tað fyrst og fremst eru grønlendingar og føroyingar sum amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken, er komin til Keypmannahavnar at hitta, so var hvørki Jenis av Rana, føroyskur landsstýrismaður við uttanríkismálum, ella Pele Broberg, sum er grønlendskur ditto, á tíðindafundinum sum Jeppe Kofod, danskur ráðharri við uttanríkismálum hevði við amerikanska starvsbróðirin á Christiansborg í dag.

Og tað heldur Jenis av Rana lítið um.

Við Jyllandspostin sigur hann, at var tað hann sum ráddi, so hevði hann ikki verið so smáligur.

Jenis av Rana og Pele Broberg vóru við í byrjanini av fundinum, tá danski og amerikanski uttanríkisráðharrarnir hittust, men skuldu síðani av fundinum, so bara Blinken og Kofod tosaðu undir fýra eygum. Og tá tíðindafundur seinni var, vóru umboðini úr Føroyum og Grønlandi heldur ikki við.

Jyllandsposturin hevur eisini spurt Pele Broberg um manglandi luttøku á tíðindafundinum, og hesin sigur, at tá amerikanski uttanríkisráðharrin seinni í vikuni vitjar í Grønlandi, tá verður ongin danskur ráðharri við á tíðindafundinum.

Bæði Hans Mouritzen, sum er seniorgranskari við deildina fyri altjóða gransking (DIIS) og Martin Marcussen, professari og serfrøðingur í diplomati við lærda háskúlan í Keypmannahavn, siga við Jyllandspostin, at tað er lítil ivi um, at tyngdipunktið í ríkisfelagsskapinum í hesum døgum førkar seg norðureftir.

- Amerikanarar koma ikki til Keypmannahavn, tí teir vilja hitta danir, tað er Grønland hetta snýr seg um, ljóðar frá teimum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo