Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

- Á seinasta tíðindafundinum tosaði eg fyri at vit hava festivalar, so eg skilji ikki atfinningarnar móti mær, sum hava verið, sigur Jenis av Rana, mentamálaráðharri.

Hoyr tíðindafundin her

Jenis av Rana hevur sjálvur gjørt ein úrskurð av tí, sum hann segði á tíðindafundinum, á sínum Facebook-profili:

Spurningarnir frá Barbaru:

Barbara spyr um festivlarnar, nevnir, at: ”tit avlýsa longu nú G festivalin og summarfestivalin”.

Svar mítt var: ”nú fáa vit at síggja. Okur vita, at tað eru hugsanir um at kanska at gera teir á ein annan hátt, kanska at hava teir seinni”. Nevni víðari, at: ”Hetta er fyri juli og august, at okur siga, at teir ikki skulu verða, so tað er óvist enn”.

Til hetta svarar og spyr Barbara: ”vil tað siga, at tú heldur at hesir festivalar, teir stóru føroysku festivalarnir, sum skuldu verða í juli og august, kunnu verða seinni ella í skerdum formati”?

Svar mítt varð: ”tað er ein møguleiki”.

Tá hon so spyr aftur endurtaki eg, at: ”eg tori ikki at siga hvat hendir í septembur ella fyri tann sak skuld august, okur vita for lítið um framtíðina til at kunna vera so avgjørdir”.

---------------------------

Spurningarnir frá Jón Brian:

Prátið við Jón Brian var um tað heilsufakliga og smittuvandan, m.a. um munin millum at samla 100 tals børn á Zarepta ella í Leguhúsinum mótvegis túsundtals á Leynasandi”. Har greiddi eg m.a. frá, at barnalegur og festivalar kunnu ikki samanberast. Og eg metti, at smittuvandin var nógv minni undir skipaðu umstøðunum í Leguhúsunum.

Sum síðsta spurning spurdi Jón Brian: ”hevur tað ikki stóran týdning fyri ung fólk kanska at sleppa á Gøtusand at lufta sær”.

Svar mítt (sum var partur av prátinum um smittuvandan), var: nei, eg haldi ikki, tað kunnu tey saktans vera fyri uttan.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo