Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Nýggja bókin hjá Jenis av Rana, Thi kendes for ret, er í fleiri brotum, har eitt av brotunum hevur yvirskriftina: Døgurðin í Kirkjubø, sum frættist um allan heim.

Jenis av Rana byrjar brotið við at siga, at beint áðrenn klokkan 17, á veg heim úr læknaviðtaluni, ringdi telefonin.

- Hann, ið ringdi, var Ólavur í Beiti. Fyri Vágaportalin fregnaðist hann, um eg fór til døgurða í Kirkjubø um kvøldið.

- Talan var um døgurða, sum løgmaður Kaj Leo Holm Johannesen, hevði bjóðað floksformonnunum til í sambandi við vitjan íslendska forsætisráðharrans, Jóhannu Sigurðardóttir, í Føroyum.

- Nei, svaraði eg, tað fari eg ikki.

- Spurdur, hví ikki, greiddi eg frá, at eg sjáldan fór til almennar veitslur, uttan at Anna, konan, varð bjóðað við - og tað var hon ikki í hesum føri.

- Arbeiðið er nógv, sum lækni og politikari, tí eri eg nógv heiman og dámi tí ikki at fara út aftur frá familjuni, tá ið eg fyrst eri komin til hús.

- Men Ólavur gavst ikki so, men spurdi beinleiðis: "Hevði tú farið til døgurðan, um konan var bjóðað við?"

- Svarini flestu politikarar vildu givið í slíkum føri, visti eg væl: "Havi onga viðmerking," ella "spurningurin er hypotetiskur," o.s.fr.

- Men eg valdi at virða blaðmannin og svaraði virðiliga: "Nei, tað hevði eg ikki." Og líka skjótur kom mótspurningurin, sum eg væl visti fór at koma: "Hví ikki."

- Svar mítt til seinna spurningin varð greitt, at eg, sum formaður Miðfloksins, á ongan hátt góðtaki at tvey av sama kyni kalla seg hjún, og at eg, um eg hevði farið til slíka veitslu, hevði gingið beint ímóti politikki floksins, umframt egnari sannføring.

- Ólavur var skjótur, skrivaði og setti boðskapin á Vágaportalin beinanvegin, og tíðindini fóru næstu tímarnar um allan heim.

- Longu sama kvøldið byrjaðu viðmerkingarnar í sosialu miðlunum og øðrum portalum. Tíðliga morgunin eftir komu útvørpini við, sjónvørpini teimum á baki og bløðini, bæði her á landi, í øðrum londum, runt um í Europa, í USA, Chile, India, Ungarn - ja, óivað runt allan heim.

- Tá Útvarpið fleiri ferðir hevði endurgivið, og enntá tosað við teir politikarar, sum skjótastir vóru at bjóða seg fram við politiskt korrektum svarum,og sjálvandi var formaður tjóðveldisins á odda, honum á baki Kaj Leo Holm Johannesen, ringdi eg til útvarpið og spurdi, hvar objektivi tíðindaflutningurin var. Um tað ikki var sambært grundleggjandi journalistiskum meginreglum at loyva báðum pørtum framat, ella um tað var objektivur tíðindaflutningur at loyva øðrum at spilla meg út, uttan at eg fekk høvi at siga mína søgu.

- Um uppringing mín hevði ávirkan, veit eg ikki, men á middegi var eg í beinleiðis tíðindasendingini í Útvarpinum, beint áðrenn í Rás2 og eftir døgurða ringdi íslendskt sjónvarp - og teimum í hølunum bløð og vørp í hópatali úr mongum londum.

- Næstu tveir dagarnir gjørdi eg lítið annað enn at svara telefon, teldupostum, SMS'um, viðmerkingum og spurningum á Facebook og øðrum. Tíðindamiðlar her heima, úr Íslandi, ja úr øllum heiminum, tyktust halda, at hetta vóru ársins tíðindi.

- Lat meg her leggja afturat, at synd er at siga, at fjølmiðlarnir vóru uttanveltaðir!

- Eg meti, at flestu teirra høvdu við gleði dømt meg til deyða her og nú, fingu tey høvi, skrivar Jenis av Rana.

Hann leggur afturat, at eitt sum undrar hann enn er, at eingin tyktist hava áhuga í, hvussu leikur fór í Krikjubø.

- Tá kvøldið kom, og øll hesi mætu møttust til gildi, var tað ikki bara formaður Miðfloksins, sum ikki kom - tvørturímóti.

- Av teimum seks formonnunum, sum allir vóru í Føroyum hetta kvøldið, møttu bert tveir. Formaður Sambandsfloksins, Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, var vertur, so hann var sjálvandi har, honum á baki formaður tjóðveldisins, Høgni Hoydal, men teir vóru eisini teir einastu!

- Umframt formann Miðfloksins møttu hvørki formaður Fólkafloksins, formaður Sjálvstýrisfloksins ella formaður Javnaðarfloksins, Jóannis Eidesgaard, hóast íslendski forsetin var formaður íslendska Javnaðarfloksins, systurflokk føroyska Javnaðarflokkin.

- Men deyðatøgn var í øllum miðlum, føroyskum og útlendskum, um hetta! Tað var bara tann eini, sum hevði áhuga, bert hin eini skuldi krossfestast, nú høvi endiliga kom, formaður Miðfloksins. Og heldur ikki løgdu teir í at siga nærri frá hugsanum mínum, ella um, at eg alment hevði bjóðað teimum báðum privat heim til okkara at vitja. Sum persónum hevði eg einki ímóti teimum báðum, og vildi fegin havt høvi at tosa nærri við tær um villuna, tær høvdu givið seg undir, skrivar Jenis av Rana.

Víðari í hesum partinum skrivar Jenis av Rana eisini um, tá ið hann fór til Íslands stutt aftaná.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo