Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Politiska skipanin hevur stuðlað miðlavinnuni, óivað tí man hevur roknað við, at tað hevur verið til gagns fyri vinnuna. Veruleikin er kortini ein annar. Seinastu umleið 12 árini er privata miðlanvinnan bara tódnað og tódnað, og tað er bara politisku skipanini fyri at takka.

Portal.fo koyrdi við reyðum tølum í nógv ár, men nú sær betur út. Dimmalætting kom út fimm ferðir um vikuna, tá ið hon koyrdi við fullari ferð. Tá ið Sosialurin flutti av Argjum og heim í miðbýin, var tað liður einari strategi. Longu tá kom blaðið út fimm ferðir um vikuna. Afturat komu síðani Vikublaðið onnur serbløð, in.fo og Rás2.

Síðani er nógv broytt!

Dimma, sum varð umskipað, kemur nú bert út eina ferð um vikuna. Sosialurin fór fyrst niður í tríggjar útgávur, og nú eru bert tvær – mikudagsblaðið og vikuskiftisblaðið – og Vikublaðið er farið í søguna.

Á einum facebook-vanga herfyri fegnaðist blaðstjórin á Sosialinum um, at fólk hansara vóru farin í ALS-skipanina! Tað var neyðugt segði hann. Hann staðfesti samstundis, at nú hevði Posta etið so gott sum allan miðlastuðulin upp. Hetta sama gramdi blaðstjórin á Norðlýsinum seg um. Tað er helst bara ein spurningur um tíð, so verður norðoyablaðið ikki sent út kring í kjarnuøkið (Norðuroyggjar og Eysturoyna), tí útberingin er ov kostnaðarmikil.

Væl veit eg, at ein partur av søguni er, at blaðmiðilin sum so er viknaður, sohvørt sum teldutøknin vindur uppá seg. Men kjarnin í øllum málinum er, at karmarnir kring privatu miðlavinnuna hava við sær, at hendan vinnan ikki hevur fortreytir at virka eftir sínum endamáli. Orsøkin er, at politiskt ásettu karmarnir favorisera KvF, soleiðis at privata miðlavinnan í roynd og veru ikki fær lut í almennum og privatum lýsingarpengum og ikki kann draga starvsfólk til sín.

Tað er trupult at siga neyvt, nær niðurgongdin byrjaði. Men tað skerst ikki burtur, at tað at leggja tíðindadeildirnar hjá KvF saman í Sortudíkið var ein brølari. Samanleggingin kravdi ein løgtingsmeiriluta, men ábyrgdina fyri hesari politisk fadesuni hevði skilamaðurin annars, Jógvan á Lakjuni, sum var mentamálaráðharri 2004-2008.

Rigmor Dam, mentamálaráðharrim 2015-2019, gjørdi bara ilt verri eftir fadesuna hjá Jógvani. Fyri valið talaði hon fyri at stuðla privatu tíðindamiðlunum, serliga bløðunum. Mentamálaráðharrin skuldi havt bestu fortreytir, tí hon hevur sjálv arbeitt í miðlavinnuni. Men handverkið var vánaligt. Netmiðlarnir fóru undir eitt felags mótátak, mentamálaráðharrin gav eftir, so hennara uppskot varð tagað og taglað sundur – øll fingu eitt sindur, sum um tað var tað besta.

Jógvan og Rigmor styrktu almenna kringvarpið, so avleiðingin er eitt miðlalandslag veikum privatum miðlum øðrumegin og við einum miðlamastodonti hinumegin. Hesin mastodonturin dregur allan tann journalistiski hópin niðan í eitt stórt og attraktivt miðlaumhvørvi í Sortudíkið, har tey hava umstøður at gera – og gera! – nógvar og góðar sendingar. Umframt stóra miðlaumhvørvi, so draga lønar- og setanartreytirnar sjálvsagt – og tað hevur alt samband við ójøvnu kappingarfortreytirnar hjá KvF og privatu miðlavinnuni.

Tá ið talan er um lýsingar yvirhøvur, so er støðan hendan: Privata miðlavinnan, antin talan er um bløð, radiostøðir ella portalar, livir stórt sæð bara av lýsingum. Kringvarpið hinvegin hevur eina almenna játtan.

Miðlavinnan, serliga radiostøðirnar, hava í nógv ár ynskt, at lýsingarnar í KvF skulu burtur, so lýsingarnar heldur fóru í privatu radiostøðirnar og peningurin nýttur har. Politiska lógarsmiðjan í mentamálaráðnum, skuldi hjálpa, men við eini finurligari finessu gjørdu teir av, at lata lýsingarnar halda fram, soleiðis at lýsingar vóru loyvdar í kringvarpinum, men peningurin skuldi í ein filmsgrunn. Hvør var hjálpin til radiostøðirnar við hesi loysn?

Tað almenna sum lýsari bøtir ikki um støðuna hjá privata miðlavinnuni. Treyðugt so, nakrar lýsingar frá almennum stovnum finna vegin fram til privatu miðlavinnuna. Yvirhøvur er tað tó so, men mangir stórir almennir myndugleikar/stovnar als ikki lýsa í føroyskum miðlum, men einans útlendskum miðlum, eitt nú Facebook.

Almennu partafeløgini Føroya Tele og Atlantic Airways taka sín ríkiliga part av lýsingarmarknaðinum. Føroya Tele, sum liggur undir Fíggjarmálaráðnum, er óført at gera appir, so føroyingar fáa góða tænastur. Fíggingin er lýsingarpengar, sum miðlavinnan harvið missir. Almenna flogfelagið, sum eisini er undir Fíggjarmálaráðnum, ger eitt einastandandi blað, Atlantic Review, ið vit, sum flúgva, lesa gleðiliga. Trupuleikin er – aftur her – at blaðið er fult av lýsingum, sum aftur fer við potentiellum inntøkum hjá privatu miðlavinnuni.

Politisku loysnirnar hava sostatt skapt ein miðlabygnað, sum er í tveimum.

Øðrumegin KvF, ið dregur journalistahópin til sín (stórt umhvørvi og góðar lønar- og arbeiðstreytir) og harvið hevur bestu fortreytirnar at gera góðar sendingar, sum so aftur eru besta fortreytin fyri at fáa lýsarar. Umframt lýsingarnar, sum KvF fær (men sum fara í ein filmsgrunn), so draga almennu partafeløgini eisini fittan part til sín av lýsingarpengunum.

Hinumegin er privata miðlavinnan, ið hevur ambitiónir um at gera nógvan og góðan journalistikk. Hann verður gjørdur í fleiri førum. Veruleikin er bara tann, at politiska skipanin hevur kanaliserað dastið av lýsingarinntøkunum til KvF (sum fara í ein filmsgrunn) og onnur, so privata miðlavinnan avmergjað og ikki kappingarfør.
 

Tað er mark fyri, hvussu nógv fólk kunnu setast í starv og hvørjar lønar- arbeiðstreytir, privata miðlavinnan kann bjóða, og mark fyri, hvussu nógvan og hvussu ambitiøsan journalistikk, starvsfólkini kunnu fremja. Ikki tí viljin ikki er har. Ikki tí at ambitiónirnar ikki eru har. Ikki tí at kvalifikatiónirnar ikki eru har. Men tí fíggjarligu fortreytirnir ikki eru har.

Miðlastuðulin má burtur í verandi líki, tí hann ger størri skaða enn gagn. Miðlastuðulin má í frægasta førið umskipast.

Handilslýsingarnar mugu burtur í Kringvarpinum (ikki-vinnuligar kunngerðir kunnu vera loyvdar).

Almennar fyritøkur, sum t.d Føroya Tele og almenna flogfelagið, mugu halda uppat við at hava lýsingar.

Skal privata miðlavinnan, serliga bløð og loftmiðlar, í heila tikið vera ein partur av føroyska samfelagnum í framtíðini, so skal takast fatt beinanvegin.

At fáa tað broytt er ein politiskur spurningur.

Eg haldi, at her má ruddast upp. Eg kenni bara ein politikara, sum skilir miðlavinnuna og torir at rudda upp, og tað er Jenis av Rana, sum í dag er mentamálaráharri. Jenis skal gera skjótt av. Skulu broytingar gerast í lóginum um miðlastuðul og sannlíkt eisini í kringvarpslógini, ja so skal tað gerast til fíggjarlógina, sum skal samtykkjast innan 31.12.2020.

Birgir Waag Høgnesen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo