Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Seinastu 40 árini hevur Jens-Kjeld Jensen ótroyttiliga greitt frá síni stóru vitan og áhuga innan føroyskt lívmargfeldi.

Hann hevur skrivað 5 bøkur og yvir 500 greinar.

M.a. hevur hann granskað innræsin djór og plantur og skrásett yvir 350 nýggj sløg í Føroyum, eins og hansara savning av føroysku músini, er vorið brúkt til gransking í Týsklandi og Bretlandi. Í gjárskvøldið varð hansara avrik heiðrað, tá hann vann umhvøvisvirðisløn Norðurlandaráðsins.

Les meira her

Umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins varð sett á stovn fyri at økja um vitanina innan umhvørvisarbeiði í norðurlondum.

Virðislønin verður latin einum norðurlendskum felagsskapi, fyritøku ella einum persóni, ið á ein fyrimyndarligan hátt hevur megnað at sameina virðingina fyri umhvørvinum í síni fyritøku ella yrki, ella á annan heilt serstakan hátt, hevur gjørt ein innsats fyri umhvørvið. Umhvørvisvirðislønin er, saman við hinum virðislønunum hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum, latin síðani 1995.

Hetta er triðju ferð, at virðislønin verður latin fólki ella fyritøku í Føroyum. Áður er virðislønin latin Boga Hansen (2006) og elfelagnum SEV (2015)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo