Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Danski sjónleikarin Jens Okking doyði tíðliga í morgun, 78 ára gamal.

Her hjá okkum er Jens Okking helst best kendur sum løgmaður í filminum hjá Nils Malmros, Barbara. Men hann var virkin sjónleikari og var eitt nú við í nógvum filmum og sjónvarpsrøðum, eitt nú "En by i provinsen" og "Riget".

Í Danmark var Jens Okking eisini kendur fyri at vera íðin mótstøðumaður ímóti ES. Í 1999 varð hann valdur í Europatingið sum umboð fyri Junirørsluna, men skifti seinni til Folkebevægelsen mod EU. Hann sat í Europatinginum til 2003.

Hann fer til gravar úr Marmorkirkjuni fríggjadagin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo