Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

FIF: Sunnudagin varð Copenhagen Marathon runnið, og sum altíð, vóru føroyingar við í stóra riðlinum, sum fór stunandi gjøgnum gøturnar í Keypmannahavn. Onkuntíð hava upp móti 50 føroyingar verið við, men hesaferð vita vit enn bara um einar 20,

Enn einaferð var tað seigi vágamaðurin Jens R. Weihe, sum stóð fyri sterkasta føroyska úrslitinum. Hóast hann er í elsta endanum av aldursbólkinum 65-69 ár, var hann heilar 8 minuttir framman fyri rennaran á øðrum plássi. Tíðin hjá Jens var 3.18.49 tímar. Og soleiðis gjørdist skjótt 69 ára gamli Jens Weihe nummar 480 av teimum 9.400 rennarunum hendan dagin. Heilt ótrúliga flott av Jens, sum fleiri ferðir fyrr hevur vunnið sín aldursbólk í Copenhagen Marathon. Heilir 65 rennarar vóru í aldursbólkinum 65-69 ár við monnum. Næsta ár kemur hann at renna í bólkinum +70 ár, og verður tá stórfavorittur. Vinnarin í hesum bólkinum sunnudagin rann beint undir fýra tímar.

Sí fleiri myndir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo