Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Í eina viku hava føroyingar hoyrt ein mann úr Norðurkorea siga frá støðuni hjá teimum kristnu í heimlandinum. Tað er føroyadeildin hjá altjóða felagsskapinum Open Doors, ið hevur lagt vitjanina til rættis. Maðurin er Timothy Cho. Hann flýddi úr Norðurkorea vegna tvørrandi frælsi og átrúnaðarligar atsøknir í heimlandinum.

Tað hevur verið upplýsandi at hoyra bróður okkara í Kristi greina støðuna hjá teimum forfylgdu kristnu runt um í heiminum. Trúarstyrkjandi var at hoyra, at tað letur seg gera at verða varðveittur í trúnni, hóast vitnisburðurin um Jesus kann kosta revsing, fongsul og lívlát. At hoyra um undur og miskunnarverk er føði fyri sálina.

Tað hevur verið læruríkt at fáa innlit í ræðuleikan og síggja, at óndskapurin hevur andlit. Talan er ikki um eina hugsjón uttan kropp og sál. Óndskapurin hevur tikið búgv í menniskjum, so tey av heilum hjarta halda seg gera samfelagnum eina góðgerð við at forfylgja kristnum og taka tey av lívi.

Tað hevur verið sjálvrannsakandi at møta veruleikanum og uppdaga, at eins egna trúgv ikki er nóg djúptøkin. So nógv er á yvirflatuni. Nógvir lítilsverdir smálutir. Ovmikið av sjálvsøknari hugsan. Ov lítið av menniskjansligum og jaligum árinum á umhvørvið nær og fjar.

Tað var gleðiligt at hoyra ta føroysku røddina í Open Doors. Ferð eftir ferð hevur Rói Norðoy undirstrikað, at tað ikki einans snýr seg um forfylgd kristin. Open Doors átalar alla átrúnaðarliga forfylging og forfylging í heila tikið.

Ein totaliterur statur er ikki okkara fyrsta val. Í vesturheiminum hálovað vit fólkaræðinum. Men, eisini í einum samfelag við fólkaræði eru avbjóðingar við atliti at sosialum rættvísi, mannvirði og tolsemi.

Vitjanin hjá Timothy minnir á, at tann kristna trúgvin langt frá altíð hevur viðrák. Tað var gagnligt hjá trúnni at fáa hesa áminning. Somikið meira mega vit takka Harranum fyri støðuna í landi okkara. Fræls og frí kunnu vit bera boðskapin um Jesus til fólkið í talu og sangi, bløðum og loftmiðlum.

Um okkara leiðir kostar tað sjáldan trúnni stórvegis, at vit halga Jesusi okkara lív í lovsangi, bøn ella tænastu. Tó, tað eru vitnisburðar her heima, har fólk eru álvarsliga happað fyri sína trúgv. Tað er als ikki í lagi!

Vitnisburðurin frá teimum forfylgdu kristnu er trúarstyrkjandi. Trúgvin er tað dýrasta tey eiga. Støða teirra er døpur. Tað er sálarliga tungt at vera forfylgdur og vita, at trúgvin møguliga kostar mær lívið.

Frásøgnin um tey forfylgdu kristnu er ikki einans kensluborin. Talan er um hørð fakta, lív ella deyða. Vitnisburðurin teirra sigur alt: Eg vil ikki avnokta mín Jesus fyri nakað sum helst í hesum heimi.

Í innganginum til bókina “Når troen koster mest” verður sagt frá, at lesturin fer at vekja kenslurnar alt frá ræðslu og vantrúgv til gleði og undran. Rithøvundurin, Ronald Boyd-Macmillan, hevur í longri tíð fylgt tí forfylgdu kristnu kirkjuni. Hóast allan hugsandi ræðuleika er tað ein veruleiki, at Kristi Kirkja yvirlivir.

Lond, ið vera/vóru stýrd við einaræði, hava í nýggjari tíð prógvað, at tað er ómøguligt at útrudda kristnu trúnna. Vit kunnu nevna eystanlondini Sovjetsamveldið Kina og Norðurkorea. Roynt hevur verið systematiskt at útrudda Kristi Kirkju.

Royndirnar eru miseydnaðar, tí lyftið, ið Jesus gav, heldur um tíð og ævir. Helvitis portur fær ikki vald á Jesu Kristi Kirkju. Henda kirkjan er um allan heimin og fevnir øll tey, sum hava sett sítt álit á Jesus sum Guðs son og frelsara.

Hyggja vit t.d. at Kina, so hendi heimsins størsta kristna vekingin í árunum eftir at Mao Zedong doyði í 1976. Mao ynskti at skapa ein himmal á jørðini uttan trúgv á Guð. Hetta skuldi gerast við sannleikanum sum amboð og við trúnni hvør á annan.

Hóast Mao hevði sum mál at útrudda kristnu trúnna, so taðaði hann jørðina fyri gleðiboðskapinum um Jesus. Hann gav fólkinum bønina og lovsongin sum amboð, – tilbiðjan av politiska leiðaranum.

Jørðin var búgvin við deyða hansara, tí fólkið var lært at tilbiðja Mao sjálvan sum Gud og fólksins frelsara. Tann politiski átrúnaðurin var komin inn í samfelagið sum ideologi. Teir annars pragmatisku kinverjarnir, ið mentanarliga uttan átrúna bygdu á Konfucius, vóru lærdir at tilbiðja sjálvan Mao.

Vesturlendskir trúboðarar hava uttan innferðarloyvi prædikað Guds orð og gjørt ymiskt hjálpararbeiði í kommunistiskum samfeløgum. Trúboðarar hava smuglað Bíbliur til økir, har bókin er bannað. Tað var í stakførum óheppið.

Tað er alneyðugt, at vit, ið ynskja at hjálpa, biðja um Guds vísdóm. Onkuntíð vóru tey forfylgdu kristnu tikin av døgum, tí vesturlendingar høvdu brotið tær reglur, ið vóru galdandi á staðnum, har hjálpin varð veitt. 1)

Forfylgd kristin minna á, at tann persónligi vitnisburðurin er tann berandi bulurin í kristnum verki. Hóast Bíblian er heimsins besta bók, so er Jesus meira enn bókin. Vit mega møta hvør øðrum sum brøður og systrar í Harranum. Amen. 

Orðið: “Og allir, sum vilja liva gudiliga í Kristi Jesusi, skulu verða atsøktir.” (Seinna Timoteusarbrævið 3,12).

Jógvan Fríðriksson,
biskupur

Heimild:
Ronald Boyd-Macmillan, Når troen koster mest, Lohse 2008, bls. 16-21.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo