Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Meðan heimsmeistarakappingin í hondbólti var spæld í Egyptalandi í januar 2021, varð tað danska landsliðið undir álvarsligari útspilling á teimum sosialu miðlunum.

Á teimum ymisku sjónvarpsrásunum í Danmark vóru tær ógvusligu og niðrandi viðmerkingarnar frá dønum móti landsliðinum umrøddar. Millum annað var sagt, at talan var um eitt slag av hatri.

Trongdin at finna syndabukkar var stór, hóast úrslitið hjá landsliðinum var nøktandi. Ja, loksins vórðu teir heimsmeistarar. At tala niðrandi um onnur var møguliga ein roynd at hevja seg sjálvan uppfrá gólvinum. Sjálvur at vaksa við at traðka á onnur.

Mær hóvar ikki orðið hatur. Orðið er neiligt. Tað sker í hjartað, tá ið vit siga, at vit hata hann ella hana. Hatur er oyðandi fyri onnur og darvandi fyri okkum sjálvi. Serliga nívandi er kenslan, um vit sum prædika boðskapin um Jesus í orði, tónalagi ella medferð nærkast tí, ið av øðrum verður uppfatað sum haturstala.

Eftir drúgvan andróður í miðlunum ella mitt í meldrinum í 2016/2017 í sambandi við nýggju lógina um hjúnalag, ringdi ein pápi til mín og spurdi, um Jesus hataði nøkur menniskju meira enn onnur? Um so var, hvørji tey vóru?

Pápin legði afturat, at tað ljóðaði soleiðis, tá ið undirritaði tosaði í miðlunum um kristin etisk virði. Tað máttu verða nøkur menniskju, ið Jesus hataði, soleiðis sum tónalagið og tey mongu orðini boðaðu frá.

“Tit tosa so nógv um at elska medmenniskjað og sýna kærleika hvør móti øðrum, men vit síggja ikki hetta í verki.”

Spurningurin beit seg rannsakandi fastan. At tosa um Jesus út frá einum haturs sjónarhorni var ikki ætlanin. Tordi satt at siga ikki at svara endaliga og avgjørdur. Neyðugt var at kanna málið til tess ikki at endurtaka slitnar og kendar setningar, ið møguliga vóru tóm orð í oyrunum hjá spyrjaranum.

Valdi at avmarka øki í halgubók til Nýggja Testamenti. Las í NT og handbókum og fann svarið í einum teirra: “Kristus hatar tað ónda, men ongastaðni verður talað um, at hann hatar nakað menniskja.”

Tað var eitt vælgerandi setningur, ið gav mær sálarfrið. So kundi prædikan treystliga haldast við dupultari áherðslu. Jesus elskar øll menniskju, og hann hatar ongan.

Júst tann seinni setningurin gav pápanum frið í sál og sinni. “Tá ið Jesus ongan hatar, so er tað vón fyri mær og mínum,” – segði hann.

Helt fram at lesa í halgubók og tjúkkum handbókum. Tað, ið øll kristin vita, varð enn einaferð staðfest. Sum kristin eiga vit at bera okkum virðiliga at, so at kærleikin sæst, hoyrist og kennist millum menniskju.

Hatur er ongantíð vegurin fram á mál. Hatur er oyðandi fyri alt lív, skapar ófrið og køvir lívsgleðina. Vit skulu vera góð hvør við annan! Vit skulu elska hvør annan við reinum og sonnum kærleika, svá Kristus elskar okkum.

Tað kennist sum ein sjálvfylgja og rímiliga lætt at vera góður við og elska okkara brøður og systrar í Harranum. Vit í okkara kirkju / samkomu halda saman og lyfta í felag. Tað er upplagt, at vit elska okkara trúarfelagar, – annars er heilt galið.

”Og hetta boðið hava vit frá honum, at tann, sum elskar Guð, eigur eisini at elska bróður sín.” (Fyrsta almenna bræv Jóhannesar 4,21).

”Latum okkum tá, eftir tí sum vit hava føri til, gera øllum gott og helst trúarfeløgum okkara!” (Galatarbrævið 6,10).

Kærleiksboðið, ið Jesus ber lærusveinum sínum, gevur ikki hatrinum umstøður at trívast og mennast. Hatur er ikki ein gongd leið at ganga hjá teimum, ið ynskja at fylgjast við Jesusi sum lærusveinar hansara og ljósins børn.

Andaligu krøvini, ið Jesus setur lærusveinum sínum, eru strangari enn tey, ið vit kenna frá GT ella tí verðsliga samfelagnum. Vit skulu ikki einans elska tey, ið elska okkum. Vit skulu ikki einans heilsa brøðrunum, tí tað gera eisini heiðin fólk. Vit skulu vera fullkomin, eins og himmalski faðir okkara er fullkomin.

“Tit hava hoyrt, at tað hevur verið sagt: “Tú skalt elska næsta tín og hata fígginda tín.” Men eg sigi tykkum: Elskið fíggindar tykkara (og vælsignið tey, ið biðja ilt yvir tykkum; gerið væl ímóti teimum, ið hata tykkum), og biðið fyri teimum, ið (illkenna tykkum og) forfylgja tykkum, til tess at tit mega verða børn faðirs tykkara, ið er í himlunum; tí at hann letur sól sína rísa fyri illum og góðum og letur regna niður yvir rættvís og órættvís.” (Matteus 5,43-45).

Um beiskleiki ella hevndarhugur tekur búgv í hjørtum várum, finna vit lættliga eitthvørt at illneitast og stríðast um. Tó, kærleikin er ikki blindur, men sær feilirnar hjá øðrum uttan at rópa teir út um allar geilar. Kærleikin roynir samtaluna undir fýra eygum, ber umstøðurnar til Jesus og fjalir harvið fjøld av syndum undir Guðs fyrigevandi náði.

Jesus, ið ikki hatar nakað menniskja. Amen.

Orðið: Hatur veldur deilur, men kærleiki breiðir yvir øll misbrot. (Orðtøkini 10,12).

Jógvan Fríðriksson,
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo