Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Ungdómurin í Berøa í Saltangará skipar fyri møtirøð í døgunum 22. - 24. januar (fríggjakvøld til sunnukvøld). Ikki færri enn 8 møtir verða hetta vikuskiftið í Berøa, sum verða ein blanding millum evangelisk møtir, uppbyggingarmøtir og ungdómsmøtir.

Ungdómurin skrivar soleiðis á síni facebooksíðu: “Vit ynskja at bjóða øllum hjartaliga vælkomnum, ungum sum eldri, og vit gleða okkum at síggja teg.”

Evni undir møtirøðini verður: JESUS KEMUR AFTUR SKJÓTT!

BERØA
Salurin Berøa, sum stendur í Saltangará, er gamla Ebenezer, sum stóð júst har, sum Ebenezer stendur í dag í Havnini. Gamla Ebenezer varð tikið niður í september mánaða í 1963, og flutt inn í Runavíkina. Alt tilfarið varð eyðmerkt, so salurin kundi reisast aftur í sama skapi.  Í juli mánaða í fjørð vóru tað 50 ár liðin síðani gamla Ebenezer varð tikið í brúk inni í Saltangará, har tað framvegis stendur. Salurin hevur enn  sama skapið, stødd og innrættning, sum tá hann stóð í Havnini.

Gamla Ebenezer varð reist í Havn í 1905. Í 1932 varð tað longt til tað stødd, sum tað hevur í dag. So statt vóru tað í fjørð 100 ár síðani salurin varð bygdur, og tí er Berøa elsti møtisalur í landinum í dag. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo