Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Armgarð Arge bloggar: Í dag er 08. mars – altjóða kvinnudagurin, og vit fegnast um, at kvinnur hava verið til, sum hava varpað ljós á skeivleikar og hava verið við at bøtt um kor hjá kvinnum. Tað, sum er sjálvsagdur rættur í dag, var óhugsandi fyri fáum ættarliðum síðani.

Men hvussu við Halgubók?

Jesus og síðani kristindómurin lítilsmeta á ongan hátt kvinnuna – heldur tvørturímóti. Bæði í gamla og nýggja testamenti lesa vit um kvinnur, sum høvdu ein lyklaleiklut í síni samtíð, sum livdu eitt virðiligt lív og settu síni spor.

Av og á verður róð uppundir, at javnstøða og kristindómur eru andsagnir; at kristindómurin er forboð og boð, at hann skal fjøtra menniskjað, helst kvinnuna.

Sagt verður, at kvinnur gerast til skuggar av sínum monnum, eru onkisigandi og tamar, at tað eru mennirnir, sum seta út í kortið og standa við stýrisvøl, og at kristni siðaarvurin er ein forðing fyri frælsinum hjá kvinnuni.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo