Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Runavíkar kommuna: Yvirhøvur er áhugin stórur fyri at seta seg niður í Runavíkar kommunu. M.a. í Æðuvík. Nakað er fráliðið, síðan kommunan seldi seinasta tøka stykkið í bygdini, tí viðgjørdi Byggi- & Býarskipanarnevndin støðuna í fjør, og eftir hennara tilráðing samtykti býráðið, at ein neyvætling skuldi gerast um eina nýggja útstykking, soleiðis, at arbeiðið kundi bjóðast út, og komið var nú undir land við hesum.

Kommunan eigur høgliga lendið, har ið útstykkingin í bygdini skal gerast. 7 stykkir eru í verkætlanini.

Lægsta boðið kom frá Spf. JHR Entreprenørar, Rituvík, áljóðandi slakar 2,3 milliónir krónur. Týsdagin í vikuni skrivaðu Rúni Petersen, stjóri, og Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, undir sáttmála, og samsvarandi honum er ætlanin, at arbeiðið byrjar í viku 46 (2020) og skal tað sambært sáttmálanum vera liðugt í viku 15 (2021).

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo