Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Bjarni Djurholm á Facebook: Nú Jóannis Eidesgaard flytur fokus og gevur Fólkaflokkinum skuldina fyri óskilið hjá Landsverk.

Alt hatta hjá Jóannis er tikið úr leysum lofti.

Eg umsat LV frá 2000 til 2008, og er handan útleggingin hjá Jóannis burturvið.

Tá gjørdu vit tveir undirsjóartunnlar (LV eftirlit), nýggjan veg til Gomlurætt, nýggjan veg Skála/Strendur, nýtt havnalag í Syðradali, nýtt havnalag við Krambatanga, útbygt havnalagið í Nólsoy, tunnil Øravík/Hov, tunnil til Gásadals og mangt mangt annað uttan trupulleikar.

Eisini hevði LV eftirlit við øllum verkætlanum hjá landinum, harímillum útbyggingini av LS, uttan trupulleikar, eftirlit av útbyggingini av Vága Floghavn osfr..

Eftirlitið við miðnámsskúlanum í Hovi haltaði, men kanska var tað orsakað av politiska rótinum við skúlanum (ynski frá javnaðinum at flyta skúlan úr Vági til Hovs)?

Frá 2004 til 2008 sótu Jóannis og eg saman í sera góðum samstarvi, Jóannis sum løgmaður, eg sum varaløgmaður. Jóannis gretti ongantíð orð um LV tá.

Síðani sat Jóannis sum løgmaður, landsstýrismaður/løgtingsmaður til 2011.

Hann hevði ongar viðmerkingar.

Frá 2015 sat javnaðurin bæði við løgmanni og LV, so útleggingin hjá Jóannis er sera selektiv, ein útlegging uttan proportiónir.

Og hvussu er skilið nú?

Glasir, H-bygningurin á LS og asfaltverk? Alt íkomið meðan javnaðurin sat frá 2015 til 2019.

Í sama tíðarbili hevur LV víst á, at viðlíkahaldið av infrakervinum akutt manglar 300 mio kr og at víðlíkahaldið tørvar harumframt 10-tals mio kr árliga afturat, uttan at undanfarna samgongan hjá javnaðinum ønti hesum aftur.

Tað er lætt at rista álir av annans baki, men ikki serliga mansligt.

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo