At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Jobmatch er eitt fjøltáttað tiltak, og í ár verður kvøldseta við práti og kjaki við føroyingar, sum í sínum dagliga starvi virka heima og úti í heimi. Harumframt verður fyrilestur um at skapa sítt egna starv. Poul Michelsen, landsstýrismaður, fer at seta starvsstevuna.

Kvøldseta um altjóðagerð
Ein fastur táttur á Jobmatch er Kvøldsetan, sum eisini verður útvarpað beinleiðis.  Í ár verður leisturin nakað øðrvísi enn undanfarin ár, og Heini í Skorini fer at  hava prát og kjak við fýra føroyingar um altjóðagerð, og hvussu man kann virka í Føroyum, hóast meginparturin av eins virksemi er tengt at altjóða marknaðum og samstarvsfeløgum.

Luttakarar á kvøldsetuni verða Ólavur Ellefsen, sum seinastu 15 árini hevur ment KT-loysnir til altjóða marknaðin og Pol Huus Sólstein, sum saman við øðrum hevur stovnað fyritøku, ið selur uppisjóvarfisk og úrdráttir fyri 350-450 mio. um árið. Harumframt fer Rannvá Danielsen, sum í fjør var liðugt við sína master útbúgving innan umhvørvisbúskap at greiða frá, hvussu hon nú er farin undir ein vinnuligan PhD lestur í Føroyum í tøttum samstarvi við fimm altjóða granskingarstovnar.  Harumframt fer Signar Dam, sum júst er liðugur við sína mater útbúgving, at greiða frá samstarvinum við Fiskaaling í samband við lesturin uttanlands.  

Kvøldsetan  byrjar klokkan 19 við onkrum leskiligum til góman, og samstundis verður høvið  at ”netverka” við aðrar luttakarar á Jobmatch.  Stundisliga kl. 19:30 fer Heini í Skorini at byrja prátið um at virka heima og úti í heimi.  

Skapað títt egna starv
Undir Jobmatch verða ymsir fyrilestrar, og nýskapanarhúsið Hugskotið, sum er eitt íverksetarahús hjá Tórshavnar kommunu, fer á Jobmatch at hava fyrilestur um, hvussu til ber at Skapa sítt egna starv.

Hugskotið bjóðar ókeypis ráðgeving og innivist til íverksetarar. Eisini er møguligt at koma í starvsvenjing í Hugskotinum.

Poul Michelsen setir Jobmatch

Dyrnar til Jobmatch 2015 lata upp týsdagin 29. desember kl 13, og kl 13:10 fer Poul Michelsen
landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum at seta Jobmatch starvsstevnua.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo