40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Seinasta mikudag skipaði ALS í samstarvi við Útlendingastovuna, integratiónssamskiparan hjá Tórshavnar kommunu og umboðum fyri tríggjar arbeiðsgevarar fyri einum jobmatchi á ALS. 

10 fólk úr Ukraina luttóku. 

Við støði í upplýsingum um teirra førleikar, arbeiðsroyndir og arbeiðsynskir hevði ALS sett seg í samband við tríggjar arbeiðsgevarar, og eitt jobmatch varð fyriskipað. PM+, Tórshavnar kommuna og Smyril Line luttóku. Og longu undir fyrireikingini til Jobmatchið setti PM+ ein av ukrainunum í starv.

Eitt jobmatch er skipað soleiðis, at tann arbeiðssøkjandi fær høvi at hitta arbeiðsgevarar fyri at kanna starvsmøguleikar.

Arbeiðsgevararnir lýstu teirra virksemi fyri luttakarunum, og síðan vóru starvssamrøður hildnar. Bæði PM+ og Tórshavnar kommuna høvdu starvsfólk, sum dugdu ukrainskt og russisk, og tað sigur kanska nakað um fjøltáttaða føroyska samfelagið, og annars varð tulkur nýttur.

Átakið eydnaðist væl, m.a. sigur Smyril Line: “Tað var ein góður og óformellur møguleiki at hittast. Fyri okkum sum arbeisðgevari er tað altíð gott at koma í samband við fólk, sum hava áhugað at starvast í samtakinum. Ein luttakari á degnum fer væntandi ein royndartúr við Norrønu í komandi viku.”

Góðu royndirnar frá Jobmatchinum fara at verða nýttar í framtíðini fyri at fáa skjótt og gott samband millum ukrainsk flóttafólk og føroyskar arbeiðsgevarar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo