Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Í dag byrjar Jobmatch á netinum. Vegna korona er Norðurlandahúsið skift út við ein nýskapandi talgildan pall, har fyritøkur og stovnar bjóða seg fram at koma á tal við útisetar og føroyingar, sum sóknast eftir nýggjum starvsmøguleikum.  Í ár luttaka 42 fyritøkur, kommunalir og almennir stovnar, og longu nú hava knapt 200 fólk skrásett seg áðrenn Jobmatch letur upp “live” á netinum.

Til ber at fara inn á talgilda pallin allan dagin, og frá kl. 12-17 eru fólk klár á básunum at samskifta við tey vitjandi.  Tað er ókeypis at vitja starvsstevnuna á netinum.

Á starvsstevnuni verða eisini fyrilestrar frá fleiri av teimum, sum hava bás á Jobmatch. Til ber at kunna seg um skránna á jobmatch.fo

Høvuðssponsorar á Jobmatch 2020 eru Bakkafrost og Tórshavnar kommuna.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo