Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tann, ið helt at hatrið móti jødum var avhæsað í Evropu, áttati ár eftir at nazistarnir byrjaðu seinna heimbardaga  - og eirindaleysu jagstranina av jødunum 1930-unum -, má sanna, at so er tíverri ikki.

Óbótagerðirnar, ið framdar vóru á jødiskar kirkjugarðar í flestu londum í evropu hin 9. november í ár, minna á serstaka døkku Krystalnáttina. Júst hesa somu nátt í 1938 settu týsku nazistarnir í verk oyðingarherferð móti jødum í Týskalandi. Eldur varð settu jødiskar syngogur (samkomuhús) og jødiskar handlar og hús. Hetta gjørdist eins og íverksetanin at oyða jødiskar ognir og jødar í Evropu.

Bretland, sum gjørdist seinasti stóri verjuskuskansin í Evropa móti týsku hermegini undir seinna heimsbardaga, stóð sum kletturin. Við at selja fisk á bretska marknaðinum, vóru vit føroyingar við at hjálpa Onglandi í neyðuga og sera krevjandi verjustríðnum móti nazistunum.

Ein onnur søga er hon, at bretska stjórnin longu í 1941 visti um miðvísu týningina av jødum, tí teir avlurtaðu týskarar.

Eg las í danska ”Kristelig Dagblad”, at ein av fremstu jødisku andaliga leiðarunum í Bretlandi, høvuðsrabbinarin Efraim Mirvis, kendi seg noyddan at senda skriv til hvørt einstak húski í jødisku samkomuni við áheitan um ikki at velja arbeiðaraflokkin við Jeremy Corbyn á odda á komandi parlamentsvali.

Eftir at hetta skrivið varð sent út, gjørdi ein annar av jødisku andaligu leiðarunum í Bretlandi tað sama. Jødiska dagblaðið ”The Jewish Cronicle” heitti eisini á jødar um ikki at atkvøða fyri Jeremy Corbyn og Labour, t.e.arbeiðaraflokkinum. Øll forsíðan á blaðnum hýsti hesi áheitan á bretsku jødarnar: Veljið ikki Jeremy Corbyn og arbeiðaraflokkin. Eg havi skilt, at trý onnur jødisk bløð í Bretlandi gjørdu tað sama: Tey settu somu áheitan á forsíðuna.

Orsøkin til hesa óvanligu áheitan frá jødiskum rabbinarunum, t.e. andaligu leiðarunum í Bretlandi er, at teir meta, at Jeremy Corbyn hevur borið fram jødahatskar viðmerkingar, víst jødahatskan atburð, og at hann og leiðslan í arbeiðaraflokkin einki hevur gjørt við sat steðga jødafíggindum í flokkinum.

Ein kanning gevur ábending um, at helmingurin av teimum umleið 300.000 jødunum, sum búgva í Bretlandi umhugsar at fara úr landinum, gerst Jeremy Corbyn forsætisráðharri.
    
Svenning av Lofti

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo