Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Tað er ein serligur framíhjárættur, sum forsetar hava, og sum teir vanliga kunnu brúka til tess at halda loyniligt tað, sum teir og ráðgevarnir tosa um.

Donald Trump hevur áður sagt, at hann fer at brúka henda serrættin til at verja seg ímóti tí sum hendi 6. januar, tá hansara viðhaldsfólk lupu á Kongressina.

Men tað sleppur hann ikki at gera, slerdi talskvinnan í Hvítu Húsunum, Jen Psaki, fast á tíðindafundi í gjár. Joe Biden, forseti, sigur nei.

Seks fólk doyðu undir álopinum, og nú hevur ein nevnd í Umboðsmannatinginum sett sær fyri at kanna út í æsir, hvat tað var sum hendi. Higartil hevur nevndin avhoyrt fleiri av næstu stuðlunum hjá Trumpi. Tað er ikki avgjørt enn, um hesi umframt at vitna eisini skulu lata frá sær ymiskt tilfar sum kann lýsa málið betur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo