Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Fyrrverandi varaforsetin Joe Biden hevur nú alment tryggjað sær nóg stóra undirtøku til, at hann kann vera valevni hjá demokratunum til amerikanska forsetavalið sum verður í november.

77 ára gamli Joe Biden boðaði í gjár frá, at hann nú hevur tryggjað sær stuðul frá 1991 valfólkum sum er tað, sum skal til fyri at verða tilnevndur. Hetta er greitt, eftir at uppteljingin frá undanvalinum í 7 statum týsdagin er liðug.

Talan er tó meira um eina súmbolska hending, tí øll hini, sum kappaðust við Joe Biden um tilnevningina, hava longu lagt kongin.

Meiningarkanningarnar hava í seinastuni víst ein alsamnt størri mun ímillum Joe Biden og valevni hjá republikanarunum, Donald Trump, forseta. Í eini kanning, sum tíðindastovan Reuters og greiningarfyritøkan Ipsos lótu úr hondum 3. juni, fær Joe Biden 47% at atkvøðunum og Donald Trump fær stuðul frá 37%.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo