Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Í skrivi til KAF í dag hevur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, boðað frá, at hann, vísandi til grein 5, stk. 5 í kommunustýrislógini, ikki kann góðkenna sáttmálan.

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, KAF hevur tann 3. juni 2020 sent Fíggjamálaráðnum eitt skriv, har heitt verður á landsstýrismannin í fíggjarmálum um at góðkenna semju, sum KAF og Starvsmannafelagið hava gjørt tann 3. juni 2020 fyri tíðarskeiðið 1. oktober 2019 til 30. september 2021.

Síðani Fíggjarmálaráðið gjørdi semju við Starvsmannafelagið síðst í januar 2020 er støðan í samfelagnum sum kunnugt sera nógv broytt og fylgjurnar av COVID19 eru m.a. at búskaparligan støðan hjá landskassanum er fullkomiliga broytt. Harvið er grundarlagið undir at gera semjur á almenna arbeiðsmarknaðinum eisini heilt broytt.

Bæði Starvsmannafelagið og KAF hava greitt fingið at vita frá landsstýrismanninum í fíggjarmálnum at grundarlagið fyri sáttmálasamráðingunum er nógv broytt orsakað av covid19 og tí kann tað støði, sum var lagt í semjuni við Starvsmannafelagið ikki undir nøkrum umstøðum haldi fram fyri restina av fakfeløgunum. 

Og tí kann landsstýrismaðurin, sum støðan er nú, als ikki góðkenna semjuna millum KAF og Starvsmannafelagið, tá tann semjan er á sama høga støði sum semjan, sum bleiv gjørd áðrenn covid19.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo