40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

- Verður hugsað um at fara eftir størri gjaldi frá fiskivinnuni, so verða tað fleiri fyritøkur sum fara av knóranum og tað fært tú ikki meg til, segði Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri, í Breddanum seinnapartin í dag.

Til umrøðu var nýggja frágreiðingin hjá Búskaparráðnum, har millum annað var tosað um tilfeingisgjald frá høvuðsvinnunum báðum, fiskivinnuni og alivinnuni.

Jørgen Niclasen vísti millum annað á, at nú hevur verið roynt at fáa eina varandi skipan sum gevur tryggar karmar hjá fiskivinnuni og harvið størri íløguhug, tí síðani 2010 hava vit havt skipanir sum hava vart eitt ár ísenn.

- Nú ætla vit at fáa eina varandi skipan og tað stendur greitt í samgonguskjalinum, at inntøkurnar skulu vera áleið tað tær vóru í 2018.

- Fer mann nú inn og tekur allar pengarnar frá fiskivinnuni, so fáa vit ongar íløgur til at skapa framleiðsluvøksturin.

- Eg eri ikki samdur við Búskaparráðnum, at farast skal eftir øllum avlopinum, fiskivinnan hevur, og so rokna við at íløgur verða gjørdar.

- Tað er stórur munur á, hvat verður tikið frá fiskivinnuni í mun til hvat verður tikið frá alivinnuni.

- Eini 20-25 prosent av avreiðingarvirðinum hjá fiskivinnuni, meðan alivinnan liggur niðri á 5 prosentum, so her er ein øgiligur munur, segði Jørgen Niclasen millum annað.

Hoyr Breddan her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo