Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri, hevur verið á fundi saman við sjúkrarøktarfrøðingunum, semingsmonnunum og Lønardeildini, men einki spurdist burturúr fundinum, sigur hann við VP.

Og orsøkin til, at einki spurdist burturúr fundinum var, tí at lønarkrøvini vóru væl hægri enn Landsstýrið fær livað við.

- Við sáttmálanum frá 2017 og semingsuppskotinum hækkaði endalønin hjá sjúkrarøktarfrøðingunum yvir fýra ár við 23 prosentum, og sama tíðarskeið hava aðrir líknandi lønarbólkar fingið umleið 11 prosent.

- So hóast tey við semingsuppskotinum høvdu fingið tvífalt so nógv sum hini í endalønini, so var tað ikki eingang nokk, sigur Jørgen Niclasen.

Hann vísur á, at í 2017 fingu sjúkrarøktarfrøðingarnir lønarhækking yvir fýra ár, hóast sáttmálin bara var 2 ár.

- Semingsuppskotið gevur teimum 5,8 prosent omaná tað, og tað er tað sama, sum hini feløgini hava fingið, so vit kunnu ikki strekkja okkum longri, sigur Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo