Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

- Eg biði alt Føroya fólk um umbering fyri mítt mistak, sigur Jørgen Niclasen í stuttari viðmerking við VP.

- Eg hevði drukkið um kvøldið og morgunin eftir fór eg óumhugsað í bilin og koyrdi at keypa morgunbreyð.

- Varð steðgaður av løgregluni, sum bað meg blása og vísti mær so at har stóð "positiv".

- So var blóðroynd tikin og tí svarinum bíði eg eftir nú, sigur Jøgren Niclasen.

Víðari sigur Jørgen Niclasen, at hóast løgreglan kunnaði seg um, at úrslitið ikki var alarmerandi, so kundi hann rokna við at missa koyrikortið.

- Hetta er eitt mistak, eg havi gjørt, og taki eg tí fulla ábyrgd í stundini, sigur Jørgen Niclasen

- Eg havi heitt á løgmann um at loysa meg úr starvi sum landsstýrismaður, sigur Jørgen Niclasen at enda.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo