Stóran part av hesi vikuni er Jørgen Niclasen virkandi løgmaður nú Bárður á Steig Nielsen er í Danmark í sambandi við at Drotningin hátíðarheldur 50 ára dagin sum regentur í danska ríkinum.
Jørgen Niclasen verður virkandi løgmaður til mánakvøldið, og røkir hetta starv umframt at vera fíggjarmálaráðharri og samferðslumálaráðharri og formaður í størsta flokki á tingi, Fólkaflokkinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo