Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Jógvan Arge hevur bókaframløgu á Reinsarínum í Havn hósdagin kl. 16.15-1715. Har verður høvi at fáa nýggju bók hansara signeraða.

Hetta er seinna bókin við heitinum “Havnarmaður og gøtuskuri” við søgum og krýnikum úr 50unum og 60unum.

Á framløguni fara eitt nú Jógvan Arge og prentsmiðjustjórin Jon Hestoy at siga frá. Teir hava gjørt bøkur saman í 30 ár. Eisini fer Sámal Ravnsfjall at syngja.

Bókin snýr seg um upplivingar Jógvans í Havn, Hvalba, Íslandi, Grikkalandi og Danmark. Snýr seg eisini um Gøtu, Glyvrar og Saltangará, har allar tær fyrstu frítíðirnar vórðu hildnar.

Jógvan fer ein túr húsi úr húsi í Syðrugøtu og greiðir frá elstu handilssøguni við Grækarisi á Gørðum, Skúla Jógvani og Absalon á Dunganum.

Bókin er 240 síður.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo