Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Í dag kemur út bókin ”Havnarmaður og gøtuskuri” eftir Jógvan Arge. Hon er ein krýnika um barna- og ungdómsárini, sum er skrivað á leikandi løttum máli.

Hetta er 20. bókin, Jógvan letur úr hondum. Hesaferð er pallurin  umhvørvið, sum hann  vaks upp og ferðaðist í. Pápin var havnarmaður við stórum H, og mamman er av tí, tey rópa stóra G í Syðrugøtu.

Jógvan er úr einum býarparti í Havn, sum tók dik á seg eftir seinna heimsbardaga. Har vóru børnini mong og ræsurnar víðar. Í grannalagnum vóru Telegrafstøðin, Húsagarðsbøurin, Viðarlundin og allir ítróttavøllirnir í Gundadali. Hann gekk í katólskan barnagarð og skúla. Fór úr realskúlanum í Hoydalar og var longu giftur og pápi, tá hann tók studentsprógv í 1966. Brúdleypið mátti í fyrstu syftu avlýsast í síðstu løtu, tí hann fekk ikki kongabrævið.

Krýnikan er ein ferð hús úr húsi í stóra grannalagnum við søgum um børn og vaksin. Hon er eisini søga um foreldur, ommur og abbar í Havn og í Syðrugøtu. Í Havn høvdu tey stórt virksemi við bussum, bilum og kiosk. Í Gøtu høvdu tey handil, bindistovu og ráfiskakjallara. Kapitlar eru um ættarbond og ættfólk hjá bæði Jógvani og konuni Maritu úr Hvalba. Hansara eru serliga norðanfjørðs, hennara burtur av sunnanfjørðs.

Í 60unum stovnaði Jógvan saman við vinmonnum egið ítróttafelag, var formaður í Næmingafelagnum í Hoydølum, limur í Unga Tjóðveldinum og í blaðstjórnini á ALT um ítrótt. Tað setti sín dám á heimið á Tinghúsvegnum, at pápin Niels Juel Arge í 1957 varð settur í starv á tí nýggja Útvarpi Føroya. Jógvan tók síni fyrstu fet í útvarpsarbeiði í barnaútvarpinum fyri skjótt 60 árum síðani.

Bókin er góðar 200 síður og prýdd við mongum myndum, sum lýsa umhvørvi og ættfólk, vinfólk og grannaløg. Nøvnini í navnalistanum tátta í 2000. ”Havnarmaður og gøtuskuri” er umbrotin, prentað og innbundin á Føroyaprenti.

Bókin verður í bókabúðunum í Havn í dag og verður at fáa á bókadegnum nú um vikuskiftið. Krýnikan ”Havnarmaður og gøtuskuri” verður eisini at fáa kring landið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo